Landsstýrismaður vil krevja 21% í pensjónsgjaldi frá føroyingum ??? hví?
Nú eru enn fleiri átøk ávegis úr landsstýrinum, ið fara at undirgrava pensjónsnýskipanina og skapa størri ójavna millum láglønt og hálønt, bæði á arbeiðsmarknaðinum og pensjónistar.
Forskattaða lógartvungna pensjónsinngjaldið hækkar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur sent lógarbroyting til hoyringar. Talan er um týðandi broyting í løgtingslóg um eftirløn. Lógartvungna inngjaldið til egna pensjón skal hækkast 3%. Hetta er eisini ein broyting, ið er enn eitt átak, ið fer at undirgrava pensjónsnýskipanina, ið varð samtykt í undanfarna valskeiði ??? og enn eitt átak, ið økir ójavnan millum láglønt og hálønt.
Pensjónssnýskipanin
Pensjónsnýskipanin, ið varð samtykt í undanfarna valskeiði, gav hægri pensjón, minni ójavna og styrkti vælferðarsamfelagið fíggjarliga yvir tíð.
Millum týðandi átøkini við pensjónnýskipanini vóru:
- At allir pensjónistar fingu minst 1.500 kr. meira at liva av eftir skatt um mánaðin.
- At ójavnin millum pensjónistar varð minkaður, og meira spart upp til pensjón í felag.
- At fólk fingu frælsi at framskunda ella útseta pensjónsútgjald,
- At veita stóran pensjónsskattalætta til lág- og miðallønt, við at avtaka flata pensjónsskattin á 40%, og seta í staðin stigvaksandi pensjónsskatt úr 30% upp í 40%.
- At styrkja fíggjarliga haldførið hjá vælferðarsamfelagnum, eitt nú við, at minni partur av pensjónini hjá fólki í Føroyum verður forskattaður, so land og kommunur hava neyðugu inntøkurnar at veita eldrarøkt og heilsutænastur, so hvørt vit gerast fleiri eldri.
Lógarkravda pensjónsinngjaldið er í dag 18% samanlagt
Tí varð lógarkravda inngjaldið til eginpensjón lækkað úr 15% av lønini niður í 12%.
Hesi partur av pensjónini hjá føroyingum verður forskattaður, og verður tí rindað 0 kr. í skatti til land og kommunur tá fólk gerast pensjónistar. Hetta ger, at so hvørt fleiri pensjónistar vera, koma land og kommunur at fáa færri inntøkur til at røkja tænastur so sum eldrarøkt og heilsuverk. Hetta undirgravar tí sokallaða fíggjarliga haldførið hjá vælferðarsfelagnum. Eisini vita vit, at júst hesin parturin av pensjónini ger, at jú hægri inntøku tú hevur tá tú ert á arbeiðsmarknaðinum, jú hægri pensjón tá tú gert pensjónistur. Jú, størri partur hetta er av samlaðu pensjónini, jú størri verður ójavnin millum pensjónistar, tá teir røkka pensjónsaldri.
Samstundis varð inngjaldið til Samhaldsfasta eftirlønargrunnin hækkað úr 1,75% upp í 3% frá arbeiðstakara og úr 1,75% upp í 3% frá arbeiðsgevara. Samanlagt verður nú rindað 6% í Samhaldsfasta eftirlønargrunnin.
Hesin partur verður skattaður við útgjald. Í staðin fáa arbeiðsgevarar skattafrádrátt fyri inngjaldið og løntakarar fáa 65.000 kr. árliga skattafrítt í botnfrádrátti í landsskatti og 30.000 kr. skattafrítt í kommunuskatti. Henda broyting var tí eisini við til at styrkja fíggjarliga haldførið.
Samanlagt eru føroyingar sostatt álagdir við lóg at rinda 18% av lønini til pensjónsuppsparing ??? persónliga og Samhaldsfasta eftirlønargrunnin. Hartil fáa øll fólkapensjón og rinda part av lønini, umvegis landsskatt, til hesa pensjón. Hetta er meira enn ríkiligt, til at tryggja øllum eina góða og trygga pensjón.
??tlan landsstýrisins vil økja ójavnan
Hóast hetta, so kemur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú við lógarbroyting, ið skal áleggja løntakarum at rinda 3% afturat í pensjónsuppsparing. Harvið verður komið uppá heili 21% í lógartvungnum inngjaldi til pensjón.
Hetta er alt annað enn skilagott, tí harvið gerst inngjaldið alt ov stórt. Ov nógv fer tá at verða tikið av lønini, meðan tú ert á arbeiðsmarknaðinum, og eru tað serliga láglønt, ið verða rakt av hesum. ??javnin millum fólk á arbeiðsmarknaðinum økist tí. Umframt at hetta merkir, at ójavnin millum pensjónistar fer at økjast, og at fólk fara at fáa munandi lønarhækking, tá tey fara av arbeiðsmarknaðinum. Hetta var ongantíð ætlanin við eini pensjónsskipan.
Pensjónistar 2.730 kr. meira mánaðarliga frá Samhaldsfasta síðan 2015
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur verið ímóti at inngjaldið og útgjaldið úr Samhaldsfasta eftirlønargrunninum hækkaði í undanfarna valskeiði. Men hetta varð liður í, at skapa størri samhaldsfesti, minka ójavnan millum pensjónistar og styrkja haldførið í pensjónsskipanini. Farið varð frá 15% tvungið inngjald til egna pensjón og 3,5% tvungið inngjald (arbeiðsgevari og arbeiðstakari samanlagt) til Samhaldsfasta (samanlagt 18,5%) ??? til 12% inngjald til egna pensjón og 6% inngjald til Samhaldsfasta (samanlagt 18%).
??rslitið er, at mánaðarliga útgjaldið úr Samhaldsfasta til allar pensjónistar er hækkað munandi. Hetta var í 2015 ??? tá undanfarna samgonga tók við ??? 3010 kr. um mánaðin. Vegna hækkað inngjald er útgjaldið nú 5.740 kr um mánaðin til allar pensjónistar. Hetta er ein øking á 2.730 kr. um mánaðin, eftir skatt væl yvir 2.000 kr. meira um mánaðin fyri flestu pensjónistar.
??tlar landsstýrið at minka útgjaldið úr Samhaldsfasta?
Nú landsstýrismaðurin ætlar at hækka inngjaldið til egna pensjón upp í 15% aftur, so sum tað var áðrenn pensjónnýskapanina, gerst lógartvungna inngjaldið 21%, ið er alt ov høgt. Tað veit landsstýrismaðurin eisini væl. Hetta má tí síggjast sum ein liður í, at fyrireika eina minking av inngjaldinum til Samhaldsfasta eftirlønargrunnin. Samstundis er hetta eisini ein roynd at økja forskattaða partin av pensjónsskipanini, og harvið undirgrava fíggjarliga haldførið hjá vælferðarsamfelag okkara yvir tíð.
Skrivligur fyrispurningur settur Jørgeni Niclasen
Fyri at fáa lýst málið er skrivligur fyrispurningur settur landsstýrismanninum um málið. Vónandi fáast greið svar, og vónandi fer samgongan ikki at fremja hesa ætlanina hjá landsstýrismanninum. Ein ætlan, ið vil undirgrava pensjónsnýskipanina, økja forskattaða partin av pensjónsskipanini, og økja ójavnan bæði millum tey á arbeiðsmarknaðinum og pensjónistar.
14. februar 2020
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald