Politikkur

Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri

...

2019-08-17 17:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit í Sjálvstýri kunnu í dag boða frá, at Kristin Michelsen verður valevni fyri Sjálvstýri á komandi løgtingsvali. Kristin er 63 ára gamal, búsitandi í Froðba, og er giftur við Joan. Saman eiga tey dóttrina Halldis. Í frítíðini brúkar Kristin nógva tíð upp á ítrótt, umframt at hann brúkar nógva tíð upp á seyðahald og feitilendir.

- Eg fegnist um at vera á listanum hjá Sjálvstýri, tí eg taki fult undir við teirri linju ið flokkurin hevur lagt gjøgnum longri tíð, har millum annað vinnuni verður tryggjaðir góðar og tryggar karmar, umframt at vit fáa sett sjóneykuna á avbjóðingarnar hjá útjaðrinum í Føroyum - ikki minst í mun til ferðavinnu.

Fiskivinnan skal javnstillast við alivinnuna

Kristin metir tað vera neyðugt, at munandi tillagingar vera gjørdar í fiskivinnunýskipanini ??? eitt nú, so skulu menningarkvoturnar og uppboðssølan takast av.


- Fiskivinnan skal fáa nógv tryggari karmar at virkar undir, soleiðis at nýggjar íløgur kunnu gerast. Eisini er neyðugt, at vit hyggja at alivinnuni, ið hevur nógv tryggari karmar, og fáa javnstilla fiski- og alivinnunna. Hví skal fiskivinnan gjalda nógv meir enn alivinnan og liva undir ótryggari kørmum?

Vil styrkja um útjaðarin

Kristin ynskir at virka fyri, at verkætlanir kring landið vera stuðlaðar. Eitt nú, so vil hann seta fulla ferð á Suðuroyartunnilin, soleiðis at klárt er at bora tá Sandoyartunnilin er liðugur. Harumframt vil hann styrkja um Suðuroyar- og Klaksvíkar Sjúkrahús. Eisini vil hann seta ferð á tunnlarnar norður um fjall og Fámjins tunnilin.

Kristin ynskir at staðseta almenn arbeiðspláss í Eysturoynni og at fáa gjørt Fjøruvegin í Runavík.

- Eysturoyggjin er ein kraftdepil innan vinnulív við nærum ongum almennum arbeiðsplássum, her mugu almennir stovnar staðsetast, og í mesta mun skulu nýggir almennir stovnar staðsetast uttanfyri miðstaðarøkið. Eisini er neyðugt at vit alt fyri eitt fáa sett gongd á Fjøruvegin í Runavík.

Vit í Sjálvstýri ynskja Kristin vælkomnan á liðið, og síggja fram til ein spennandi valdyst!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder