Mentan

Kristi himmalferðardagur

...

2021-05-13 08:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kristi himmalferðardagur

Og tá ið Jesus hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu: ???Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.??? Ápostlasøgan, kapittul 1.

Hendingin á Oljufjallium Kristi himmalferðardag,fór ikki fram á sama hátt sum tá ið vit skiljast frá familju og vinum. Fyrstu løtuna hevur skilnaðurin millum Jesus og lærusveinarnar helst kenst sum endaligur. Teir hava ivaleyst undrast og spurt: Hvat hendi her? Hvussu ber hetta til?

Fátrúnir, ivandi og seinir at fata vóru hesi menn. Í trý ár hevði Jesus aftur og aftur sagt teimum, at hann mátti skiljast frá teimum, greitt teimum frá øllum tí, ið fór at henda, og hvar hann skuldi fara. Vit lesa eisini, at hann lýsti signing yvir teir allar, eina signing sum vardi við - eisini eftir at hann hvarv úr eygum teirra.

Eftir at Jesus var tikin upp av foldum, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum lærusveinanna, stendur: ???meðan teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu: Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.???

Kristi himmalferð og Kristi afturkoma hoyra tí saman. Annað kann ikki standa einsamalt. Himmalferðin er ikki endin á lívi lærusveinanna og lívi teirra kristnu saman við Jesusi, tí tá hevði alt veri tómt og vónleyst. Tað hevði verið sum at sagt einum vini farvæl, ið vit vistu, vit ongantíð skuldu síggja aftur. Tað er Kristi afturkoma, ið gerKristi himmalferðardag tilgleðiboðskap, tí at henda dagin, sum skrivað stendur, fór hann aftur til faðirin at gera bústað til reiðar til øll trúgvandi kristin, áðrenn hann á hinum degi, í dýrd, kemur aftur í ský sum sendiboðini í hvítum klæðum boðaðu lærusveinunum.

Broyta halgidagar til frídagar

Heldur enn at minna sínar landsmenn á, hvønn týdning hvør halgidagur hevur, hevði norska stjórnin seinast í farnu øld, uppskot um at avtaka nakrar halgidagar, har í millumKristi himmalferðardag. Grundgevingin var, at dagurin hevðitænt fyri seg sum kirkjuligu halgidagur. Sagt var, at fyri ???fólk flest??? erKristi himmalferðardagbara ein frídagur, ið bara tey fægstu vita hví hann verður hildin. So heldur gera dagin til ein frídag, og kalla hann upp eftir Gro Harlem Brundtland, Grodagen, harvið kundu fólk fáa eitt langt vikuskiftið áðrenn hvítusunnu.

Tú harmast tá ið tú hoyrir, at gamlar kristnar tjóðir draga Kristi himmalferðardag niður á so lágt støðið.Og tú spyr: Hví man dagurin hava so lítlan týdning fyri mong? Og hví man Kristi afturkoma kennast ræðandi fyri fleiri, nakað sum týnir gleðina, ein boðskapur, ið ikki er egnaður at skapa fagnað? Orðini um Kristi afturkomu elva ofta til óhugna, ótta og ræðslu, ja, til mótvilja.

Á klimatoppmøtinum i Keypmannahavn í oktober 2019, setti ein journalistur frá Ritzau Steen Skovsgaard biskuppi spurningin: ???Kann tað hugsast, at klimabroytingarnar eru eitt tekin um dómadag? ???Biskuppurin svaraði: ???Eg kann ikki avvísa, at klimabroytingarnar kunnu vera eitt tekin um Jesu afturkomu.??? Hetta svarið førdi til ógvisligt kjak. Mong hildu tað var forkastiligt, at ein biskuppur í heilatikið skuldi hugsa um ein dómadag.

Í kjakinum grundgav biskuppurin fyri svarinum: ???Tekini skulu fáa okkum at vaka og biðja. Men samstundis eiga vit at minnast til, at tað er ein áminning og eitt lyfti um Kristi afturkomu. So tað er ein gleðiligur dagur at síggja fram til fyri tey kristnu???, segði hann.

Kaj Munk prestur var inni á tí sama í einari adventsprædiku, har hann segði frá einari uppliving: ???Tað var ein summarmorgun eg stóð úti í urtagarðinum heilt burtur í lívsins vakurleika. Tá hoyrdi eg brádliga eitt undarligt ljóð í luftini, og eg hugsaði: Man tað vera Jesus, ið kemur aftur? Tað vísti seg tó seinni, at ein bjargingarbátur hevði venjingar á sjónum, og at ta var ein raket, ið teir høvdu skotið upp. Men eg hvørki flenti at mær sjálvum ella skammaði meg. Eg hevði fingið nakað at vita um meg sjálvan, ið eg var glaður fyri. Og ongantíð kann eg gloyma ta kenslu av eydnu, ið fylti meg av møguleikanum fyri, at tað kundi vera Jesus sjálvur.???

Ongantíð kann eg gloyma ta kenslu av eydnu, segði Munk. ??? Tað er ein gleðiligur dagur at síggja fram til fyri øll túgvandi kristin. Hvussu kunnu bæði Steen Skovsgaard og Kaj Munk kalla dómadag ??? Jesu afturkomu ??? fyri ein gleðiligan dag? Tað hava teir frá Jesusi. Lærusveinarnir settu honum einaferð ein spurning, ið fekk hann at profetera um afturkomu sína og tey tekin, sum skuldu merkja tíðina áðrenn. Vit lesa um hetta í evangeliinum eftir Lukas kapitul 21. Hann endaði frásøgnina um øll tekini ??? sum hann eisini rópti verkir ??? við at siga: ??? Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjørnum, og á foldini munnu tjóðflokkar kvíða í ráðloysi, tí at hav og sjógvar bróta, meðan menn ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast skulu himmalsins kreftur. Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd.??? Soleiðis lýsir Jesus tíðina, áðrenn hann kemur og tá ið hann kemur.

Ikki er tí neyðug hjá nøkrum at vera bundin av ótta, ræðslu og ráðloysi fyri Kristi afturkomu. Við lærusveinarnar sigur hann, og tað er eisini galdandi øll trúgvandi kristin: ???tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast.??? Ella orðini hjá Skovsgaard biskuppi: ???Tað er ein gleðiligur dagur.???

Gleðiligan Kristi himmalferðardag.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder