Politikkur

Kreativa húsið - fyrri partur

...

2020-11-05 15:00 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

 Í vár legði egfram eina verkætlan fyri Mentanar- og trivnaðarnevndina og Vinnu- oghavnanevndina um at skipa eitt øki undir kommununi, ið skuldi virka fyri einummeira fjøltáttaðum vinnu- ogmentanarlívi í Vága kommunu. Men verkætlanin varikki gingin á møti. Mett var ikki, at tørvur var á at menna mentanarøkið og íverksetan.

Eg bjóði meg nú fram á Framtíðarlistanum til kommunuvalið, ogfari tí at leggja hugskotið umKreativa húsið (arbeiðsheiti)fram fyri tykkum.

Framtíðarlistin fer at arbeiða fyri, at Vága kommuna leggurlunnar undir eitt spírandi umhvørvi til eitt fjøltátta mentanar- ogtrivnaðarlív og samskipan av ymisku mentanarpallunum í kommununi, og setur ástovn Kreativa húsið!.

Kommunan eigur nógvarymiskar bygningar ella mentanarpallar. Tørvur er á, at ein ætlan verður løgd fyri hesar bygningar ogpallar. Kreativa húsið tekur sær av at umsita eina felags heimasíðu ogkalendara, umframt at Kreativa húsið samskipar og leggur ætlanir fyri hesarmentanarpallar. Hetta er fyri at tryggja, at tað altíð er virksemi á trivnaðar-og mentanarøkinum í bygningunum.

Somuleiðs tekur Kreativa húsið sær av at samskipa øll tiltøk hjákommununi. Tað kann vera ein mentanarvika, umhvørvisvika, Ung í arbeiðið og jólahaldini. Møguleiki er eisini fyriat Kreativa húsið og Skúlin á Giljanesi samstarva um kvøldskúlan. Húsið skaparkarmar fyri, og verður toghaldari í tiltøkum har tørvur er á tí. Hetta verður umframt onnur tiltøk, summett verður tørvur er á fyriat skapa trivna og menning av vinnu- og mentanarlívinum í kommununi.

Kreativa húsiðskal vera eitt opið hús, har borgarar, ítróttar- og frítíðarfeløg kunnu koma at søkja sær hjálp ella ráðgeving tiltiltøk, ið tey kundu hugsað sær at fyriskipa. Har virkar Kreativa húsið sumsamtarvsfelagi, og kann vegleiða hvussu røkkast kann á mál við tiltakinum ella verkætlanini.

Ein onnur uppgáva, ið natúrliga liggur í Kreativa húsinum, er kunningin hjákommununi til borgararnar. Hetta kann vera framleiðsla av tíðindaskrivum fyri at tryggjakommununi eina størri nærveru á siðbundnu- og sosialu miðlunum. Eisini skalKreativa húsið viðlíkahalda heimasíðuna hjá kommununi.

Sølvi Simonarson, valevni til býráðið í Vága kommunu.

X við Framtíðarlistan- ein nýggj byrjan!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder