Politikkur

Kreativa húsið - annar partur

...

2020-11-08 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Framtíðarlistin fer at arbeiða fyri, at Vága kommuna leggur lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til íverksetarar. Soleiðis verður menningin av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri í kommununi styrkt.

 

Kreativa húsið hevur sum endamál at stimbra undir menningini av einum fjøltáttaðum vinnu- og mentanaralívi í kommununi. Hetta verður gjørt við at veita íverksetarum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Har verður eggjað til at virka og deila vitan. Har verður arbeitt miðvíst fyri at veita íverksetum og fyritøkum holla og viðkomandi ráðgeving. Vinnan hevur ymiskan tørv og ymiskar avbjóðingar. Tí leggur Kreativa húsið seg eftir at veita eina tænastu frá byrjan til framhaldandi menning av fyritøkuni.

 

Ráðgevingin í Kreativa húsinum er ókeypis, og eingi mørk verða sett fyri hvør kann fáa hana. Kreativa húsið ráðgevur sera breitt. Afturat sær hevur Kreativa húsið eina røð av uttanhýsis serfrøðingum og mentorum til taks. Hesir kunnu heitast á, um serliga ráðgeving er neyðug.

 

Kreativa húsið bjóðaríverksetum innivist í kveikjandi hølum. Við at fleiri sita saman í stórum skrivstovulandslagi er møguligt at tosa saman um hugskot, menning og at netverka. Samvirkanin millum íverksetar, sum veita hvørjum øðrum hjálp og tænastur, økir um kreativitetin og stimbrar virkishugin hjá íverksetunum.

 

Kreativa húsið leggur seg eftir at styrkja um nýhugsan og íverksetan við at skipa fyri ymiskum verkstovum. Hetta verður eisini gjørt í tøttum samstarvið við aðrar aktørar innan nýhugsan og íverksetan. Her kann samstarvast við bæð Hugskotið í Tórshavn og Íverksetarahúsið í Klaksvík.

 

Íverksetarar leiga seg inn í Kreativa húsið til eitt skrivstovupláss við atgongd til allar hentleikar so sum internet, printara, fundarhøli og ein lítlan felags køk. Somuleiðis skal vera møguligt hjá fólki, sum javnan arbeiða heimanífrá, at kunna koma til eitt ???drop-in??? skrivaraborð

 

Kreativa húsið skipar fyri verkstovum og fyrilestrum eftir tørvi, sum stimbra undir nýhugsan og íverksetan. Hesar verkstovur kunnu vera bæði fyri íverksetunumí húsinum, og almennar verkstovur har øll kunnu luttaka. Eisini er góður møguleiki hjá Skúlanum á Giljanesi at brúka Kreativa húsið til undirvísing og fáa ráðgeving í íverksetan, tá næmingar luttaka í Skúla FM.

 

Pláss skal somuleiðis vera fyri, at tónleikarar, films- og myndafólk, kunnu leiga seg inn í hølir í Kreativa húsinum, sum eru innrættaði til tørvin, tá arbeitt verður við verkætlanum í styttri ella longri tíðarskeið. 

 

Sølvi Simonarson, valevnið til býráðið í Vága kommunu.

 

X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!

 

Fyrri partur um Kreativa húsið kann lesast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder