Í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er slóðað fyri, at arbeiðið upp á nýggja Hvalbiartunnilin byrjarkomandi ár. Arbeiðið verður liðugt í seinasta lagi í 2022.
???Nýggi Hvalbiartunnilin lýkur øll nútímans krøv til samferðslu og er eitt stjórt framstig fyri borgarar ogvinnulív í Hvalba og fyri alla Suðuroynna???, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Verkætlanin er liðugt prosjekterað, og Landsverk bjóðar nú áhugaðum arbeiðstakarum at søkja umundangóðkenning til at geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøkuna, sum verður boðin út seinni í ár.
Nýggi tunnilin verður 2.540 metrar langur, og landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanumTrongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági.Landsvegur verður somuleiðis gjørdur frá tunnilsmunnanum Hvalbiarmegin til Nesveg tætt við brúnnaum Kjógvavatn.
Nýggj íbinding út í Nes skal eisini gerast.Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 3.480 metrar.
Verandi Hvalbiartunnil, sum var liðugur í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Hann er 1.450 metrar til longdarog einsporaður við víkiplássum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald