2020-12-26 23:00

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt út ímóti 7000 kanningar fyri koronu um jólini og framvegis er gravgangurin stórur. Tí verður aftur kannað fyri koronu á Eystaru bryggju sunnudagin frá 15.30 til 17.30.
Aftur í dag, annan jóladag, vóru nógv og lótu seg kanna á Eystaru bryggju í Havn og onkur slapp ikki framat, sum annars hevði ætlað sær at lata seg kanna. Sjúkrahúsverkið skuldi eftir ætlan ikki hava opið fyri kanningum í morgin, men tillaga nú upplatingartíðirnar.
Møguligt verður sostatt hjá fólki at lata seg kanna á Eystaru bryggju í morgin kortini. Til ber at at bíleggja tíð á corona.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald