JN

Koronaveðleiðing til børn og ung

...

2020-04-29 09:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagin 4. mai kunnu tey, ið spæla við U7 til og við U21, fara undir skipaðar venjingar aftur. Koronavegleiðingin fyri venjingar hjá teimum yngru er nú klár, og samstundis hevur FSF dagført vegleiðingina hjá teimum vaksnu


Saman við Koronaráðgevingini hjá almennu myndugleikunum, hevur Fótbóltssamband Føroya orða eitt tilmælið, ið er ætlað til skipaðar venjingar hjá børnum og ungum, frá U7 til og við U21.

Í tilmælinum stendur millum annað, at í aldursbólkunum U7 til og við U13 kunnu í mesta lagi 10 spælarar og ein venjari verða í hvørjum bólki, sum venur saman, meðan allur spælarahópurin kann venja saman í aldursbólkunum U15 og eldri.

Í tilmælinum stendur eisini, at allir persónar, ið eru hjástaddir til hvørja venjing, skulu skrásetast við navn og telefonnummari.

Dentur skal samstundis leggjast á, at tilmælið bert er galdandi fyri venjingar, og ikki dystir. Enn eru kappingarnar hjá nevndu aldursbólkum ikki settar á skrá.

??ll vegleiðingin í samband við skipaðar venjingar ætlaðar børnum og ungum kann lesastHER (PDF).

Fótbóltssamband Føroya hevur samstundis dagført koronavegleiðingina hjá teimum vaksnu. Nýtt í vegleiðingini er, at nú skulu allir persónar, sum eru til venjing og dystir, skrásetast við navn og telefonnummari. ??ll vegleiðingin kann lesastHER (PDF).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder