JN

Koronatølini almenn á middegi framyvir

...

2020-05-05 08:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Framyvir verða koronatølini dagførd um middagsleitið og ikki um morgunin, sum tey hava verið higartil.

Hetta merkir, at samlaðu hagtølini yvir smittu, frísk, sóttarhald, kanningar, innløgd og deyð verða dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og www.corona.fo um middagsleitið.

Næstu ferð nýggj koronatøl verða almannakunngjørd, verður í dag um middagsleitið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder