JN

Koronasmittan rakar Glasir og stovnar í Havn

...

2020-09-20 17:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landslæknin hevur í dag staðfest, at ein familja í Havn er vorðin smittað við Covid19. Børn teirra ganga á Glasi, einum fólkaskúla og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu. Tá ið Landslæknin ikki enn er greiður yvir, hvaðani smittan stavar, og um hon spjatt seg, hevur ein bólkur undir Mentamálaráðum í dag gjørt ta niðurstøðu, at allir næmingar á Glasi, fýra flokkar í fólkaskúlanum og teirra lærarar og børnini og starvsfólk í barnagarðinum eiga at verða kannað fyri koronasmittu í dag, sunnudag, og so aftur mikudagin. ??ll tey kannaðu eiga at vera við hús, til onnur kanningin mikudagin er negativ. Nærri boð koma frá stovnunum beinleiðis til teirra, sum skulu koma til kanningar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder