
Nú er boðað frá, at allir føroyingar, sum hava verið uttanlands, skula tvangskannast, hóast einki grundarlag er fyri at viðkomandi hevur nøkur sjúkraeykenni. Sum skilst skal ein privat fyritøka standa og taka royndir og síðani gera neyðugu kanningarnar. Epidemilógin sigur í § 5 ???Epidemikommissionen kan påbyde, at enhver, der lider af en alment farlig sygdom, eller som må antages at være smittet med en sådan, skal lade sig undersøge af en læge, og at vedkommende om nødvendigt skal lade sig indlægge til observation på et sygehus??? og víðari í § 16 ???Epidemikommissionen kan påbyde, at enhver, der ankommer til Færøerne, skal lade sig undersøge af en læge, og at vedkommende om nødvendigt skal lade sig indlægge til observation på et sygehus.???
Tann privata fyritøkan hevur sostatt onga heimild ella rættindi mótvegis einum privatum borgara at krevja nakað sum helst, og hóast um løgregla og onnur standa vakt, kunnu hesi heldur ikki krevja nakað sum helst av borgarunum, uttan so, at tú sjálvboðin gongur við til hetta.
Tað undrar meg stórliga, at heilsuverkið hevur heilt serligar reglur at ganga eftir og sum sambært lóg hevur skyldu at taka sær av slíkum, ikki eisini loysir hesa uppgávuna.
Ein annar spurningur er eisini, at royndirnar, sum tiknar verða, av privatum fyritøkum, kunna verða brúktar til alt millum og jørð, harundir til DNA-royndir og alt tað, sum hartil hoyrir, og loyvi eg mær at spyrja, hvørjar trygdarreglur eru galdandi í hesum sambandi.
Hoyrdi í dag, at kostnaðurin varð kr. 395,00 pr. roynd, og geva 500 royndir sostatt útvið kr. 200.000,00 um dagin. Hvør hevur ásett henda prís?
Innan rættarskipanina eru greiðar reglur um, at eingin kann verða kravdur eftir slíkum royndum, uttan so, at revsikarmurin er minst 1 ½ ár.
??tlanin hjá løgmanni virkar sostatt serstakliga ófyrireikað, og um ætlanin veruliga er at hetta skal gerast, so skula greiðar lógarheimildir gerast, sum tíðiliga áseta hvussu eftirlit v.m. skal virka.
Tað kann ikki vera rætt, at ein privat fyritøka soleiðis skal fáa atgongd til so viðkvæmar upplýsingar, bara soleiðis við einum ???knipsi???.
Jógvan Páll Lassen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald