2020-12-30 10:05

Nú er gamlaárskvøld í annaðkvøld. Coronasmittan er enn í landinum og tí heita vit læknar aftanfyri bólkin á øll um framvegis at vísa varsemi:
1. Vit halda nýggjár við so fáum sum til ber og í mesta lagi 20 fólkum og bert inni á einum stað alt kvøldið.
2. Um vit fara útum til felags tiltøk sum kyndlagongu??? bál ella at skjóta fýrverk??? halda vit frástøðu til onnur ella standa bert saman við teimum??? vit halda nýggjárið saman við.
3. Vit fara IKKI á húsagongd ella inn til onnur at vitja.
4. Um vit hava sjúkueyðkenni??? fara vit ikki út millum fólk??? men halda okkum heima og lata okkum kanna skjótast til ber.
5. Tey??? ið sita í sóttarhaldi fara IKKI út millum fólk at halda nýggjár.
Við vón um eitt gott og eydnuberandi 2021 verður ynskt øllum eitt gott nýggjár
Stendur at lesa á "Spyr ein lækna um korona" á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald