JN

Koppsetingin heldur fram

...

2021-01-05 12:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú eru tilsamans 363 heilsustarvsfólk koppsett fyri koronu.

Koppsetingin var í gjár tikin upp aftur á teimum trimum sjúkrahúsunum og íalt 243 fólk fingu eitt prik. Sostatt eru nú 363 starvsfólk í føroyska heilsuverkinum koppsett.
Hildið verður á at koppseta hesa vikuna til einki koppingarevni er eftir í landinum. Næsta sending við koppingarevni kemur møguliga longu mánadagin, og sambært almennu koppingarætlanini fáa í fyrstu syftu øll starvsfólk í heilsuverkinum og á eldraøkinum tilboð um at lata seg koppseta fyri koronu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder