
Sjúkrahúsverkið: Føroyar er í løtuni tað landið, sum hevur gjørt flest koppsetingar í Norðurlondum. Nú eru tilsamans 8086 koppsetingar gjørdar í Føroyum.
Heimsins lond leggja nógv fyri at fáa koppsett sínar íbúgvar, og áhugavert er at fylgja við hvussu tað gongur kring knøttin. Á heimasíðuni hjá Our world in data verða almennu hagtølini fyri koppsetingini úr øllum heiminum savnað. Hagtølini verða dagførd hvønn dag á middegi.
Hagtølini vísa, at í løtuni liggja Føroyar væl fyri í koppsetingargongdini. Vit eru fremst í Norðurlondum, sum yvirhøvur er væl við í koppsetingini samanborið við onnur lond í Evropa. Danmark eru næst, síðani Ísland, Noreg, Finland, Svøríki og Grønland.
Myndin omanfyri er fráhttps://ourworldindata.org/covid-vaccinations. Tølini á myndini vísa samlaða talið av koppsetingum í landinum í mun til hvørjar 100 íbúgvar.
Í heimshøpi eru lond, sum eru komin enn longur í koppsetingargongdini. Nevnast kunnu Ísrael, Bretland, USA, Kili, Bahrain, Sameindu Emiratini og Gibraltar.
Gongdin her heima hevur víst, at koppsetingartoymini í Sjúkrahúsverkinum væl kundu koppsett fleiri fólk, um meira koppingarevni var til taks. Tepru nøgdirnar av koppingarevni hava havt við sær, at steðgir hava verið í koppsetingini millum hvørja sending av koppingarevni.
Alt bendir tó á, at nøgdirnar fara at vaksa sera nógv eftir páskir og koppsetingarbólkurin væntar framvegis, at øll yvir 15 ár í Føroyum eru koppsett, tá ið vit koma í julimánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald