JN

Koppingarætlanin handað landsstýrismanninum

...

2020-12-16 16:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Koppingarætlanin varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum í dag.

Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Heilsumálaráðnum í morgin, hósdagin 17. desember kl. 10, har fyrsti partur í koppingarætlanini fyri Føroyar verður almannakunngjørdur. Á tíðindafundinum luttaka Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Hjalti Gunnarstein, landsapotekari og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Koppingarætlanin er eitt fakligt tilmæli, har støða er tikin til, hvussu tilboðið um koppseting fyri COVID-19 skal raðfestast, hvar koppsetingin skal fara fram, umframt praktisk og skipanarlig viðurskifti í sambandi við koppsetingina.

Koppingarevnini koma til Føroya í avmarkaðum nøgdum. Hetta merkir, at tað ikki er møguligt at bjóða øllum føroyingum koppseting fyri COVID-19 í senn. Tí verður koppingarætlanin býtt upp í partar eftir, nær koppingarevnini koma til Føroya.

Koppingarætlanin, sum er handað landsstýrismanninum í dag, er fyrsti partur av koppingarætlanini fyri Føroyar, sum tekur støði í fyrstu nøgdunum av koppingarevni, sum koma til Føroya i næstum.

Í oktober í ár setti landsstýrismaðurin ein arbeiðsbólk at orða koppingarætlanina fyri Føroyar. Í arbeiðsbólkinum eru viðkomandi fakfólk og myndugleikapersónar. Hesi manna bólkin:

Lars Fodgaard Møller ??? landslækni og formaður í arbeiðsbólkinum,
Hjalti Gunnarstein ??? landsapotekari,
Tummas í Garði ??? varastjóri í Sjúkrahúsverkinum,
Lena Lambaa ??? smittuverjufrøðingur,
Djóni S. Joensen ??? kommunulækni,
Katrin Gaard ??? fulltrúi í Heilsumálaráðnum og
Irena Nolsø ??? fulltrúi í Heilsumálaráðnum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder