Mentan

Konsert við Tórshavnar kamarkóri í Sandavágs kirkju

...

2016-04-13 14:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í sambandi við at várið er komið, og tí Tórshavnar Kamarkór í næstum fer til Írlands á konsertferð, verður sungið dúgliga í hesum døgum.

Kórið fer tí at hava tvær konsertir nú um vikuskiftið.

Tann fyrra verður í Sandavágs kirkju leygardagin, 16. apríl, kl. 17 og tann seinna verður í Læraraskúlahøllini sunnudagin, 17. apríl, kl. 17.

Skráin er væl blandað, og eitt av verkunum, ið kórið fer at framføra, er "Komm, Jesu komm", eftir J. S. Bach, ið verður framført saman við strúkarum. Annars býður skráin upp á heilt fitt av nýggjum føroyskum tónleiki, umframt nakað av eldri føroyskum, norðurlendskum og okkurt klassiskt hevur eisini fingið rúm í skránni.

Kórið er samansett av 31 sangarum og kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Konsertin leygardagin í Sandavági er ókeypis, meðan konsertin í Læraraskúlanum sunnudagin kostar 100 kr.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder