Mentan

Konsert í Miðvágs kirkju í kvøld kl. 20.00

...

2016-04-17 09:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld sunnukvøldið 17. apríl verður sera áhugaverd konsert í Miðvágs kirkju kl 20.00, tað er enski urguleikarin Richard Brasier, føddur í 1988, og sum hevur holla útbúgving innan urguspæl og urgutónleik frá Royal Academy of Music in London. 

Hann starvast sum Director of Music at St. Laurence Parish Church, Upminster. Hóast ungur, hevur hann spælt til væl umtóktar konsertir sum solistur og kamartónleikari í Onglandi og Týsklandi og hevur studerað urgubygging í Hollandi. 

Richard Brasier vitja í Føroyum í løtuni, hann er gestur hjá Føroya Urguleikarafelag og skal hava bæði konsertir og fyrilestur ymsa staðnin í landinum.

??ll eru hjartaliga vælkomin at hoyra hendan sera dugnaliga organist í Miðvágs kirkju í kvøld kl. 20.00.

Miðvágs kirkja.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder