JN

Komu í neyð í harða streyminum útfyri Tindhólm

...

2019-06-15 11:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Løgreglan fekk um 11-tíðina í morgun fráboðan um, at tríggir mans, sum vóru farnir ein túr við kajakk, vóru komnir illa fyri í harða streyminum, sum har kann verða.

Tyrlan varð boðsend, hon var á flogi - hevði venjing við aliringarnar á Miðvági og Sandavági og kundi tí skjótt koma á staðið.

Tann eina kajakkin holvdist og maðurin endaði á sjónum, hinir báðir komu sær á land í Tindhólmi, tyrlan fekk mannin upp og bjargingarbáturin Sverri tók mennirnar, sum vóru komnir á land í Tindhólmi.

Alt spældi tíbetur væl av.

Niðanfyri sæst hvussu tyrlan fleyg í morgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder