2020-11-09 23:35
Niðurteljingin er byrjað og tímarnir fækkast til krossurin skal setast og eitt nýtt býráð skal veljast.
Eg skal hugleiða, um mínar tankar og ætlanir, sum eg fari at arbeiða fyri, um eg verið valdur inn í Vága kommunu.Tað hevur verið arbeitt við at planleggja útbyggingina av nýggja Skúlanum á Giljanesi. Tíverri tá korona avbjóðingin stakk seg upp í mars, valdi Vága Kommuna at útseta skúlabyggingina í fyrstu atløgu og í arðu atløgu at býta annað byggistig sundur í tvey.
Eg fari at stríðast fyri at fáa skúlabyggingina gjørda í einum!
Soleiðis, at sleppast kann undan, at skúlabørn og starvsfólk í Skúlanum á Giljanesi ikki koma at húsast í einum byggiplássið longri enn neyðugt. Tað gerð verkætlanina nógv dýrari bæði við prísvøkstrið og eyka kostnaði við at gera tað í tveimum.
Fróði Poulsen títt valevnið á lista A.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald