
Starvið sum kommunustjóri í Vága kommunu er leyst at søkja.
Vága kommuna leitar eftir einum kommunustjóra, sum er virkin og framsøkin í arbeiðinum at menna kommununa. Kommunustjórin skal stuðla býráðnum og borgarstjóranum í at seta dagsskránna og megna at halda visjón og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi. Borgarstjórin og kommunustjórin mynda kommuna úteftir saman.
Vága kommuna er ein meðalstór, virkin kommuna við lítlari umsiting. Kommunustjórin skal tí vera fakliga sterk/ur, hava yvirlit og megna at skapa úrslit, avrika og skera ígjøgnum, tá tørvur er á tí; men skal samstundis vera rúmlig/ur, álitisvekjandi og duga at samstarva breitt við virðing fyri ymiskum politiskum og fakligum sjónarmiðum.
Starvið
Kommunustjórin varðar, sum næsti samstarvsfelagi og ráðgevi hjá borgarstjóranum, av fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu stýringini av Vága kommunu
Kommunustjórin skal megna at skapa sær eina góða javnvág ímillum tænandi, leiðandi og fyrisitandi uppgávurnar í starvinum, sum krevja, at kommunustjórin er fyrikomandi og fleksibul, hevur góð samstarvsevni og yvirskot til at taka eina hond í, har tørvur er á tí. Kommunustjórin skal tola tillagingar og broytingar í starvinum.
Politiskt tev og virðing fyri demokratisku spælireglunum í eini politiskt stýrdari fyrisiting eru krav, eins og kommunustýrið væntar, at kommunustjórin:
avklárar leiðslurúmið og leiklut sín sum ráðgevi og sparringspartnari fyri borgarstjóran og kommunustýrið og soleiðis fær í lag eitt gott og óformligt samstarv við virðing fyri leiklutum og ábyrgdarbýti
tryggjar at borgarar, vinnulív o.o. síggja kommuna sum atkomuliga, og sum persónur stuðlar undir myndina av, at kommunan er opin og útvend
Førleikakrøv
Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.
Kommunustýrið krevur, at kommunustjórin hevur viðkomandi hægri ella miðallanga útbúgving, ella samanlagt samsvarandi útbúgvingarstøði og royndir. Harumframt skal kommunustjórin hava kunnleika til og royndir við fyrisiting, leiðslu og fíggjarstýring, og góð evni at samskifta og málbera seg.
Løn
Starvið er fulla tíð og verður sett sum tænastumannalíknandi eftir lønartalvuni hjá tænastumannafelagnum í 36. lønarflokki, tó uttan at vera tænastumannastarv umframt 15% í eftirløn. Talan kann verða um viðbøtur, um serligar umstøður og orsøkir eru til tað.
Fleiri og greiniligari upplýsingar um starvið eru at finna í starvsprofilinum á heimasíðuni hjá Vága kommunu:www.vaga.fo.
Samband og umsóknTey, sum ynskja at frætta nærri um starvið, eru eisini vælkomin at venda sær til Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra á tlf. 794410 ella umvegis teldupostadressu[email protected].
Umsóknir við prógvum, cv, viðmælum, revsiváttan v.m. skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 18. mai 2020 kl. 12.00 og skulu sendast til
Vága kommuna
Hammersheimbsvegur 1
360 Sandavágur
ella á teldupost[email protected],
Merk umsóknina: Kommunustjóri.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu lesasther
Um kommununaVága kommuna er ein virkisfús kommuna í framgongd. Fíggjarætlanin fyri 2020 javnvigar við umleið 100 milliónum krónum um árið.Vága býráð hevur 11 limir. Politiska arbeiðið er skipað í hesa nevndir: Fíggjarnevnd, tekniska nevnd, menturnar- og trivnaðarnevnd og vinnu- og havnanevnd. Í kommununi starvast uml. 150 fólk í ymiskum stovnum hjá kommununi. Fyrisitingin hjá Vága kommunu heldur til í hølum á Hammersheimbsvegi 1 í Sandavági. Fyrisitingin er skipað í tekniska deild, fíggjardeild, námsfrøðiliga ráðgeving og móttøku. Í fyrisitingini starvast 8 fólk umframt borgarstjóran. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald