JN

Kommunurnar prógva sína ómegd

...

2021-03-07 16:16 Author image
JN
placeholder

Kommunur hava hvassliga funnist at uppskotinum um kunngerð, sum skal avmarka óljóð frá skipum við bryggju og hava ført fram, at tær megna at loysa trupulleikan sjálvar. Men seinastu vikurnar prógva, at kommunurnar als ikki megna at loysa trupulleikan og líka leggja í, at fólk í teirra kommunum pínast.

Fremsti talsmaðurin fyri, at kommunurnar sjálvar megna at loysa trupulleikan við larmi frá skipum, Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vísir nú sína ómegd við at enn einaferð at torturera sínar borgarar.

Seinastu dagarnar hava ekstremt larmandi skip ligið við bryggju í Runavík og í gjár kom Arctica í Ánirnar, og neyðarrópini streyma inn til Heimafrið.

Í kunngerðini hjá Helga Abrahamsen verður skotið upp at áseta markvirðir fyri lágfrekvent óljóð. Tey fyrstu markvirðini koma ætlandi í gildi 1. juli 2021, og síðan lækka tey í tveimum stigum, fyrst 1. januar 2023 og síðan aftur 1. januar 2025.

Markvirðini í kunngerðini eru í tráð við markvirðir uttanlands og Umhvørvisgóðkenningar frá Umhvørvisstovuni. Hóast felagið fílist á fleiri punktir í kunngerðini, er kunngerðin eitt stórt stig á røttu leiðini at tryggja fólki í Føroyum heimafrið.

Heimafriður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder