JN

Kommunurnar í Vágum hava fingið um 13% meira inn í skatti

...

2019-04-05 07:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á fyribils tølunum frá Taks sæst, at tær báðar kommurnar í Vágum hava fingið væl meira inn í skatti higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Higartil í ár hevur Vága kommuna fingið kr. 19.766.666 í skattakassan, tað eru 13,43% meira enn sama tíðarskeið í 2018 tá ið Vága kommuna fekk kr. 17.427.030. Í krónum svarar tað til kr. 2.339.636 meira í kassan hjá Vága kommunu.


Higartil í ár hevur Sørvágs kommuna fingið kr. 11.643.468 í skattakassan, tað eru 13,84% meira enn sama tíðarskeið í 2018 tá ið Sørvágs kommuna fekk kr. 10.227.994. Í krónum svarar tað til kr. 1.415.474 meira í kassan hjá Sørvágs kommunu.
januarfebruarmars
Vága kommuna20196.508.639 kr.6.642.566 kr.6.615.461 kr.
Sørvágs kommuna20193.513.851 kr.4.029.866 kr.4.099.751 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder