JN

Kommunurnar hava haft allar møguleikar at loysa málið sjálvar

...

2021-01-16 16:56 Author image
JN
placeholder

Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur við Kringvarpið, at kunngerðin um óljóð frá skipum við bryggju ger seg inn á kommunala sjálvræðið.

Veruleikin er, at kommunurnar hava í áravís ikki vilja tikið ábyrgd fyri sínum egna vinnuvirksemi, hóast víst hevur verið á, at larmurin ger seg inná teirra borgarar. Kommunufelagið hevur tískil kasta bóltin til landsstýrismannin, sum umsitur umhvørvisverndarlógina.

Nú, tá uppskotið til kunngerð er komið frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sigur Torbjørn Jacobsen, at kunngerðin ger seg inn á sjálvræðið hjá kommununum.

Kommunurnar hava altíð haft sjálvræðið í hesum málinum, men, tá ein kastar ábyrgd frá sær, er vandi fyri at missa sjálvræðið.

Felagið Heimafriður hevur fleiri ferðir bjóðað til dialog og eru vit altíð til reiðar at koma til fundarborðið til konstruktiva samskiftið, sum næstformaðurin í Kommunufelagnum eftirlýsir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder