Politikkur

Kommunur skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum

...

2018-09-21 09:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður
vegna Fólkaflokkin

Løgtingið

 

Løgtingsmál nr. 29/2018: Uppskot til løgtingslógum broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Botnfrádráttur í kommunuskattinum)

 

Uppskot til 

 

Løgtingslóg um broyting íløgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

(Skattalógin)

(Botnfrádráttur í kommunuskattinum)

 

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 169 frá 20. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.  § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis: ???Hjúnafelagar verða hvør sær settir sjálvstøðugt í skatt av inntøkum sínum. Um skattskyldug inntøka hjá øðrum hjúnafelaganum er undir skattafría botnfrádráttin í kommunuskattinum og hjá hinum yvir, verður ein javning gjørd, so at tann lægra inntøkan verður hækkað við upp til ásetta skattafría

botnfrádráttin hjá kommununi, og tann hægra verður lækkað samsvarandi.???

 

2.  Í § 46, stk. 1 verða aftan á 2. pkt. sum nýggj pkt. sett:

???Frá 1. januar 2019 kunnu bygda(r)ráðini gera av at hækka upphæddina í 2. pkt. soleiðis, at eingin kommunuskattur verður álíknaður skattskyldugu inntøkuni upp til 65.000 kr. Upphæddin skal vera samtykt av bygda(r)ráðnum fyri 1. desember, galdandi fyri komandi inntøkuár.???

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar:

Við verandi lóggávu kunnu kommunur sjálvar áseta skattaprosent ogbarnafrádrátt. Endamálið við hesum uppskoti er, at kommunur eisini fáa heimildat hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum.

Vanliga hevur botnfrádrátturin í landsskatti og í kommunuskatti verið tannsami. Við flatskattinum varð botnfrádrátturin í landsskattinum hækkaður úr30.000 kr. heilt upp í 65.000 kr., so eingin inntøka undir 65.000 rindar nakaðí landsskatti. Ein stórur bati fyri 1000-tals føroyingar við teimum allarlægstu inntøkunum. Hesi hava síðan flatskattin ongan bata fingið, ogFólkaflokkurin heldur, at tíðin nú er komin.

Av tí at allar lægstu inntøkurnar bert rinda kommunuskatt, er neyðugt atgera broytingar her, og bert botnfrádrátturin í kommunuskattinum kann røkkaendamálinum.

Botnfrádrátturin í kommunuskattinum er 30.000 kr., og við hesum uppskotiverður heimilað kommunum at hækka botnfrádráttin. Botnfrádrátturin íkommunuskattinum kann eftir uppskotinum ásetast millum 30.000 kr. og 65.000 kr.Ynskiligt hevði verið, at kommunurnar líðandi hækkaðu botnfrádráttin upp til65.000 kr., sum er sama støði, sum botnfrádrátturin í landsskattinum er. Hettafyri, at tey allar lægst løntu eisini fáa ein bata.

Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar.

Uppskotið varð eisini viðgjørt í næst seinastu tingsetu, sí løgtingsmál nr.64/2016.

Fíggjarligar avleiðingar:

Eingin beinleiðis fíggjarligur kostnaður stendst av uppskotinum. Ílógaruppskotinum fáa kommunurnar bert møguleika at hækka botnfrádráttin ???botnfrádrátturin hækkar ikki sjálvvirkandi.

Men fyri at vísa á, hvat ein møguligur kostnaður verður, kann sum døminevnast, at um allar kommunurnar hækka botnfrádráttin við 1.000 kr., vísir einleyslig meting, at hetta merkir uml. 8 mió. kr. í mistum inntøkum fyrikommunurnar.

Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1:
Í galdandi lóg er ásett ???...so attann lægra inntøkan verður hækkað við upp til kr. 30.000...???. Av tí, atbroyting verður framd í § 46, stk. 1 soleiðis, at heimild verður givin kommunumat hækka botnfrádráttin, verður § 4, stk. 1 umorðað soleiðis, at ein ávísupphædd ikki verður ásett. Við hesum uppskoti verður tann lægra inntøkan hækkaðvið upp til ásetta skattafría botnfrádráttin hjá kommununi.

Til § 1, nr. 2:
Møguleiki verður givin bý- ogbygdaráðunum at hækka sokallaða botnfrádráttin í kommunuskattinum upp til65.000 kr. Heimilað verður ikki at lækka botnfrádráttin undir 30.000 kr., menbert at hækka hann frá 30.000 kr. og upp til í mesta lagi 65.000 kr. Botnfrádrátturinkann hækka frá 1. januar 2019.
Bý- og bygda(r)ráðini skulu góðkenna broytingina í upphæddini áðrenn 1.desember árið fyri, broytingin kemur í gildi.

Til § 2:
Áseting um gildiskomu.

 

ÁLøgtingi, 19. september 2018
 

 

Jørgen Niclasen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder