Politikkur

Kommunalir skattalættar

...

2019-08-29 06:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv uppskot eru um, hvussu skattalættar til lág- og miðallønt skulu veitast. Men fáar loysnir eru um, hvussu skattalættar skulu fíggjast. Og í fleiri førum verða skattalættar lovaðir upp á nakkan á kommunukassunum. Hetta ber sjálvandi ikki til og eigur ikki at fremjast. Skulu kommunurnar gjalda skattalættar, mugu tað vera kommunurnar, sum sjálvar taka avgerð um hetta og veita lættarnar, har teir gera mest nyttu í teirra eygum.

Og tað er eitt gott hugskot. 4

Tí tað eru kommunur, sum kundu hugsað sær heimild at veitt skattalættar til ávísar bólkar í kommununi. Til dømis kann hugsast, at ein kommuna ynskir at veita skattalætta til pensionistarnar í kommununi. Tí eigur Løgtingið at veita kommununum víðar heimildir at lækka skattin. Bæði til útvaldar bólkar og til allar borgarar í kommununi.

Tað hevur í mong ár verið gongdin, at kommunur ynskja meiri sjálvræði. Og sjálvandi eigur kommunalt sjálvræði at umfata møguleikan at disponera víðari við skattainntøkunum. Hetta merkir ikki, at onnur enn Løgtingið kunnu áseta skatt. Hetta merkir bara, at ein partur av heimildini, sum Løgtingið einsamalt hevur at áseta skatt, verður útdelegerað til kommunurnar.

Bill Justinussen, Miðflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder