Vinna

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hava handað sáttmálakrøv

...

2020-02-25 14:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi í dag kl. 13 í hølum Maskinmeistarafelagsins.

Sáttmálin partanna millum, ið fevnir um maskinmeistarar í starvi hjá SEV og IRF, gekk út hin 1. oktobur 2019.

Samráðingarleiðarar eru fyri Maskinmeistarafelagið ??lavur Gunnarsson, formaður og fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Anita Fuglø, leiðari.

Á fundinum luttóku eisini vegna Maskinmeistarafelagið Regin Olsen, næstformaður, John Højsted, nevndarlimur, Sjúrður Heinesen, skrivstovuleiðari, Torkil Strøm, álitisfólk, Páll Vík, álitisfólk og Hallur Andreasen, álitisfólk. Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið luttók eisini Jónleyg J. Bech, fulltrúi.

Partarnir fara nú hvør í sínum lagi at viðgera krøvini. Fundarrøð er avtalað partanna millum, og hittast partarnir aftur 11.03.2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder