Politikkur

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um avgerðina hjá Føroya Pedagogfelag

...

2021-06-01 16:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um avgerðina hjá FøroyaPedagogfelag at lýsa 24 tíma arbeiðssteðg á øllum kommunalumvøggustovum 

Ongar samráðingar eru avtalaðar millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og KommunalaArbeiðsgevarafelagið 

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru sinnað at samráðast við FøroyaPedagogfelag, men útgangsstøði skal takast í semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyripartarnar 21. mai 2021. 

Hin 26. mai sendi Føroya Pedagogfelag arbeiðsgevarunum eitt einsíðað uppskot til semju, eittuppskot, sum einamest tekur støði í upprunakrøvunum hjá felagnum. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann ikki taka undir við einum uppskoti um semju, sum er gjørt aveinum av pørtunum, og sum ikki leggur upp fyri ynskjunum hjá arbeiðsgevarunum. Tað skalviðmerkjast, at ein semja er tað, sum partarnir gerast samdir um, og ikki eitt einsíðað skjal frá øðrumpartinum, sum í stóran mun bert inniheldur upprunakrøvini hjá øðrum partinum. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um, at Føroya Pedagogfelag lýsir 24 tíma arbeiðssteðg ákommunalu vøggustovunum heldur enn at arbeiða við at finna eina semju, ið allir partar kunnu takaundir við. 

Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum sigur tað hava stóran týdning, atstarvsfólkini á dagstovnaøkinum hava góðar umstøður at arbeiða undir, og at tey trívast. Hon vísir á:- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag hava umrøtt hesi viðurskifti. Partarnirhava arbeitt við at orða eitt protokollat viðv. hesi áseting í sáttmálanum, og ynsktiKommunala Arbeiðsgevarafelagið við protokollatinum at lýsa, hvat skal til fyri at leggja tilrættis dagliga arbeiðið á dagstovnaøkinum og at kanna, um sáttmálin skapar neyðugukarmarnar hjá leiðarum á dagstovnaøkinum, at leggja til rættis námsfrøðiliga arbeiðið ádagstovnunum - 

Tað eru kommunurnar, sum eru okkara arbeiðsgevarar; tað eru kommunurnar, ið hava leiðslurættin,og tað eru tær, sum hava bestu fortreytirnar fyri at vita, hvussu arbeiðið á dagstovnunum skalskipast. Tí eru tað kommunalu arbeiðsgevararnir, sum í komandi sáttmálaskeiði skulu arbeiða við at: 

- lýsa viðurskiftini viðvíkjandi fyrireiking av dagliga arbeiðinum á dagstovnaøkinum, harundir atgreiða nærri frá ítøkiligu uppgávunum, sum koma undir fyrireiking og tíð til annað arbeiði 

- kanna, um sáttmálin skapar hóskandi karmar hjá leiðarum á dagstovnaøkinum til skipan ogeftirmeting av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovnunum 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vil fegið fáa eina semju, men semjan má taka støði í tísemingsuppskoti, ið Semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar. 

Vinarliga 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder