Politikkur

Kom til valtorg í SMS

...

2019-08-23 11:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað verður valspenningur í SMS komandi viku, tá valevni frá øllum flokkunum vera á Torginum í SMS og heilsa uppá borgararnar.

Mánadagin og týsdagin, 26.-27. august, verður valtorg í SMS, har tú kanst hitta allar flokkarnar á einum stað. Umboð fyri flokkarnar vera nevnliga á Torginum í SMS frá kl.10-18 báðar dagarnar. Tú kanst sostatt heilsa uppá ymsu valevnini og seta teimum spurningar beinleiðis, andlit til andlits.

Speakers??? Corner verður eisini á Torginum hesar dagarnar har bæði valevnini og borgararnir kunnu koma til orðana við øllum tí, tey hava uppá hjarta.

Valfundur mánakvøldið kl.20
Mánakvøldið 26. august kl. 20 verður eisini pallborðsfundur, har allir flokkarnir luttaka. ??luva Zachariassen er orðstýrari, og evnini verða handilsvinnnan og umhvørvi. Pallborðsfundurin verður somuleiðis stroymdur á Facebook síðuni hjá SMS ??? facebook.com/sms.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder