Lýsing

Køksfólk til Vága Floghavn

...

2019-12-23 12:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dámar tær glað fólk?

Dámar tær at gera mat?

Dámar tær stuttar arbeiðsdagar?

Um tú kanst siga ja til omanfyrinevnda, so er tað kanska tær vit leita eftir.

Vága Floghavn hevur eina kantinuskipan, har 20-25 fólk eta miðmála dagliga, og hava vit tørv á einum persóni at tilvirka matin og rudda av aftaná.

Somuleiðis kemur tú at hava innkeyp frá heilsølum um hendi.

Setunarviðurskifti

Vikuliga arbeiðstíðin er áleið 20-25 tímar og er gerandisdagar millum 10.00-14.00.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og er lønt sambært sáttmála millum Føroyar Arbeiðsgevarfelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Annfinn Hjelm, Fíggjarleiðara, á tel. 784402 ella [email protected]

Umsóknin skal sendast til:

Vága Floghavn P/F

Flogvøllurin

380 Sørvágur

Ella sum teldupost til

umsó[email protected]

Vit vilja fegin hava tína umsókn sum skjótast og í seinasta lagi hin 5.januar 2020. Starvið verður sett skjótast til ber.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder