
Eitt starv sum kokkur við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.
Starviðfevnir m. a. um hesar uppgávir:
- Matgerð og proviantering.
- Reingerð av gallu, messu, salong, proviant- og vaskirúmi.
- Annars arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.
Førleikakrøv:
- Vinnubræv sum skipskokkur.
- Heilsuváttan og Trygdarskeið fyri sjómenn.
- Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
Setanartreytir:
Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.
Starvsheiti er kokkur.
Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi, í seinasta lagi 25. februar 2020 kl. 12.00.
Umsóknirnar skulu sendast til:
V??RN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn.Ella sum teldupost til:[email protected]
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.Henda lýsing er eisini á heimasíðuniwww.vorn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald