Mentan

Klárt at byggja Leguhúsið í Nesvík út

...

2016-04-14 07:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Í dag kl. 14:00 skrivar Kirkjuliga Heimamissiónin undir sáttmála við TN Bygging um at byggja út Leguhúsið í Nesvík. Sáttmálin verður undirskrivaður á samkomu í Leguhúsinum. 

??tbyggingin fevnir um tríggjar samanbygdar bygningar: Eina kombihøll á góðar 450 fermetrar til bæði samkomur og ítrótt, ein millumbygning við opnum og ljósum felagsøki í erva og brúsurúmum og goymslu í neðra, umframt eina kamarslon við 12 hjúna- og familjukømrum. 

Samlaða verkætlanin verður mett til umleið 25 mió. kr. umframt mvg, sum Taks hevur játtað at endurrinda sambært lóggávu. SNA hevur teknað og projekterað útbyggingina og stendur fyri byggileiðslu og eftirliti. Farið verður í holt við byggingina beinan vegin, og ætlanin er at taka fyrsta part, sum er høllin, í nýtslu á ungdómsleguni í august næsta ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder