Politikkur

Klaksvíkar kommuna og framtíðin - rakstur, íløgur og langtíðarætlanir

...

2020-09-06 19:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á góða samstarvið, ið hevur verið millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og tænastufyritøkur

Í gjøgnum fleiri áratíggjur hevur júst hetta góða samstarv havt við sær, at Klaksvíkar Kommuna hevur havt møguleikar at fremja stórar útbyggingar, har borgarar og vinna hava skapt inntøkugrundarlagið til kommununa at skapa karmarnar.

Nú tað stundar til val, er umráðandi hjá politikarunum í komandi býráði at vera nærløgd í stýringini av ymisku málunum og stóru verkætlanunum, bæði teimum undir fremjan og teimum, sum skulu fremjast komandi árini.

Neyðug planlegging

Tað, sum eitt komandi býráð má leggja seg eftir, er,

- at vit í størri mun hava neyvari eftirlit við teimum málum, vit hava sett í gongd, so samtyktar verkætlanir verða framdar, halda kostnaðin og tíðina.

- ikki at seta so nógv í gongd, at umsitingin ikki megnar at fylgja við.

- at ikki ov mong stórmál verða framd samstundis bara tí, at tað er spennandi at seta fyrsta spakan í, og ikki at hava hugsað málini ígjøgnum soleiðis, at tey meiri og minni liggja still til ampa fyri borgararnar. Her krevst eisini ein dyggari politisk leiðsla.

- at hava í huga, at flestu íløgur hava rakstur við sær og kostnaðurin kann vera høgur fyri dagliga at reka hesar, meðan aðrar eru minni rakstrarkrevjandi.

- at økja um inntøkurnar við at gera fleiri íløgur í vinnu- og havnaøki, tí m. a. soleiðis verður inntøkugrundarlagið styrkt til at geva útbúgving, mentan, ítrótti og ungdómsvirksemi við vælveru støðugari karmar, so vit varðveita ein livandi bý fyri bæði yngri og eldri.

- at seta út í kortið við dagførdari langtíðarætlan, sum ikki bara er har, men sum arbeitt verður eftir.

Hvør, ið verður valdur at stjórna okkara vala býi og átta bygdum, ið hava so nógvar og góðar møguleikar, kemur veljarin at avgera.

Latið okkum øll í felag leggja okkum eftir røttum íløgum, sunnum væl uppfylgdum rakstri og ikki minst einari kommunu, sum er eykend av slagorðunum ???Reinur og fríður, Klaksvíkar býur???, har íløgur gerast lidnar, og borgararnir kenna seg heima.

Gunvá við Keldu

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

í Klaksvíkar Býráði

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder