Politikkur

Klaksvík verður vinarbýur við Skt. Pætursborg

...

2019-08-14 09:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klaksvík verður nú vinarbýur við týðandi russiskan stórbý


Klaksvík og Skt. Pætursborg í Russlandi verða nú vinarbýir.

Samskifti hevur verið millum býirnar í eina tíð, og nú eru býirnir samdir um at taka upp vinarbýarssamstarv.

Skt. Pætursborg er týðandi býur í Russlandi, sum er ein av størstu marknaðum hjá Føroyum fyri fisk og laks. Klaksvík er fiskivinnubýur, og tí eru stórir møguleikar í tøttum samstarvi við býin. Hetta er eisini ein liður í ætlanunum hjá meirilutanum um, at menna samstarv við býir sum geva serligar møguleikar fyri vinnulívið og fiskivinnuna.

Skt. Pætursborg er við sínum stívliga fimm milliónum íbúgvum næststørsti býur í Russlandi. Í umleið 200 ár var býurin høvuðsstaður í Russlandi. Eitt skifti í 20. øld hevði býurin almenna navnið Leningrad, men í 1991 fekk býurin gamla navnið aftur. Skt. Pætursborg er havnabýur har vesturi í Russlandi við atgongd til Eystrasalt, og býurin hevur natúrligt samband við norðurlond og vesturheimin sum heild. Skt. Pætursborg er kendur sum livandi býur innan vinnulív, mentan, útbúgving, list og ítrótt og er heimstaður hjá russiska forsetanum Vladimir Putin.

Klaksvík fer serliga at hava samband við vakra býarpartin Pushkinsky, og ætlanin er at samstarva innan vinnu, mentan og ítrótt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder