Ítróttur

KÍF fær ikki umdyst móti StÍF

...

2016-04-01 22:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: KÍF mótmælir hending síðst í dystinum og víst verður til spælireglu §8.10 c. Talan er um dystin, sum liðini leiktu 17.02.2016 - dyst nr A156. 

§ 8.10 c) hvis bolden er ude af spil i kampens sidste minut, og en spiller eller holdofficial forhindrer eller forsinker modspillerne i udførelsen af et kast for at hindre dem i at skyde på mål eller opnå en klar scoringsmulighed. Dette anses for særlig usportsligt, og omhandler alle former for indblanding (fx med kun begrænset fysisk handling, opfange en aflevering, forstyrre gribningen af en bold, ikke slippe bolden) 

KÍF vísir á støðuna við dystarlok, har støðan er 20-20. StÍF missir bóltin í álopsstøðu og fer hann út til innkast. KÍF skal seta bóltin í spæl við síðulinjuna og eru uml. 8 sekund eftir av dystinum. Ein av leikarunum hjá KÍF, Andrias Nielsen, er skjótur eftir bóltinum og skal seta spælið skjótt í gongd við innkasti. KÍF metir, at í royndini at seta dystin í gongd verður hann forðaður/hildin av einum mótstøðuleikara, soleiðis at hann ikki fær sett spælið í gongd beinanvegin. Tá ið sjálv hendingin fer fram, eru 6 sekund eftir av dystinum. Til hesa hending verður einki dømt, og í eini roynd at vinna dystin, roynir Andrias Nielsen senda eina langa sending fram eftir vøllinum. Henda sendingin miseydnast og endar hjá einum mótstøðuleikara, sum er skjótur at finna ein leysan viðleikara frammi á vøllinum. Hesin skjýtur bóltin í málið í allar seinasta sekundi, og strandingar vinna dystin við einum máli. 

KÍF metir, at við støði í omanfyri nevndu grein, § 8.10 c) ,at tað var brot á reglurnar frá dómarunum, ikki at døma í støðuni, tá Andrias Nielsen skuldi taka innkastið. KÍF metir, at mótstøðuleikarin eftir omanfyri nevndu reglum eigur reytt kort fyri brot á § 8.10 c), og at KÍF átti at fingið innkast við 6 sekundum eftir á klokkuni og manni meira á vøllinum. KÍF leggur afturat, at feildømingin hevur avgerandi týdning fyri úrslitið av dystinum. 

KÍF krevur, at dysturin skal leikast á nýggjum 

Viðmerkingar hjá dómarunum 

Dómararnir í dystinum, Heri Petersen og Gunnar Djurhuus, hava havt mótmælið tvær ferðir til viðmerkingar. 

Dómararnir løgdu til merkis, at ein leikari frá STÍF órógvaði KÍF leikarin, tá íð hesin skuldi til at taka innkast, men hava ta fatan av hendingini, at einasta rættað í hesu støðu var, at lata fyrimunsregluna galda og geva KÍF leikaranum ein fyrimun við ikki at støðga spælinum soleiðis, at KÍF kundi taka eitt skjótt innkast og harvið fáa møguleika fyri at koma í álop áðrenn tíðin fór. Tóku vit avgerð um at floyta og steðga spælinum, var eingin møguleiki at koma í álop áðrenn tíðin fór. Vísandi til, at talan var um innkast og ikki ein frían málkjans, meta dómararnir, at annað ikki var viðkomandi at døma. 

??tgreinandi greiða dómararnir soleiðis frá støðuni. STÍF leikarin stendur heilt afturi í horninum á KÍF hálvuni og í tí at hann rennur aftur í verjustøðu, rennur hann framvið tí KÍF leikarinum, sum skuldi til at taka innkast. Hann loypur uppímóti Stíf leikarinum, men sleppur alt fyri eitt aftur ??? mestsum eitt refleks í tí hann rennur framvið. Dómararnir halda, at talan er um sera stutta og avmarkaða forðing, sum ikki gevur grund til at steðga spælinum, eisini hevur KÍF leikarin beinanvegin møguleika at avlevera. Dómararnir velja tá, at nýta fyrimunsregluna og lata spælið halda áfram. Teir skriva at enda í sínum hoyringsvari, at teir hava ikki í dystarstøðuni mett, at § 8.10.C. átti at verið nýtt. 

Aganevndin 

Aganevndin hevur viðgjørt málið út frá mótmælinum og viðmerkingunum hjá dómarunum. 

Dómararnir hava mett, at ávirkanin, sum StÍF leikarin hevði, tá innkastið skuldi takast, var somikið lítil, at fyrimunur skuldi gevast og at KÍF leikarin tískil skuldi hava møguleika at taka innkastið uttan at fríkast varð dømt. Harafturat hava dómararnir mett, at støðan ikki var fevnd av ásetingini í § 8.10c, t.v.s. at talan m.a. ikki var um at ???hindre dem i at skyde på mål eller opnå en klar scoringsmulighed,??? tá StÍF leikarin forstýraði innkastið. Aganevndin viðurkennir sostatt, at talan var um eina meting, sum dómararnir máttu gera í støðuni og hevur Aganevndin ikki grundarlag fyri at seta hesa meting hjá dómarunum til viks. 

Samanumtikið fær KÍF tí ikki viðhald í kæruni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder