Vinna

Kenna seg hjálparleys og vónsvikin

...

2020-04-29 13:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Makthavararnir í føroysku komununum gloyma heilsu ogtrivnaðin hjá borgarum sínum til fyrimuns fyri eina lutfalsliga lítla inntøku.Heimafriður hevur varhuga av, at inntøkan av larmandi russisku skipunum ikki ertann stóra.

Tað nýggjasta er, Vestmanna Havn nú hevurbjóðað einum av hesum larmkeldunum vælkomnari inní náttúruvakra og friðarliga umhvørvið í Vestmanna.Nýggi havnafútin vil vísa kreftir og ger somu feilir,sum starvsfelagir hansara hava gjørt. Í gjár legði Arctica, einav teimum skipunum, sum larmar ekstremt, at í Vestmanna.

Seinastu tíðina hava larmandi útlendskuskipini aftur gjørt innrás í fleiri føroyskum havnum, men fólk aftra seg við atsiga frá, tí tey eru bangin fyri sosialu og fíggjarligu avleiðingunum. Einonnur forðing fyri, at fólk klaga er vónloysi. Vit uppliva at fólk ikki orkaella tíma at blíva við at boða frá. 

- Hví skulu vit blíva við at kæra okkaraneyð, tá einki verður gjørt allíkavæl, hoyra vit fólk siga. Tey vita,at hvørjaferð hesi skipini liggja inni, er eingin friður, hvørki dagella nátt.  Hetta er einki nýtt ogmyndugleikarnir hava í áravís verið vælvitandi um trupulleikan, men hóasthetta, heldur óhugnaligi gangurin fram.

Tað er misjavnt hvussu nógvar klagur Heimafriðurfær frá fólki; við hvørt eru tær nógvar og onkuntíð færri. Hóast klagurnarikki altíð eru líka nógvar í tali, er tað als einki tekin um, at trupulleikiner burtur. Tvørturímóti er trupulleikin helst størri, tí borgarar missa vóninaum at tað nyttar at boða frá. 

Tíverri er veruleikin tann, at vit eru uppí ímóti sterkum kreftum, mótviljaog skilaloysi. Virksemið av hesum slag, hevur ótarnað hildið fram íso mong ár, og tað er torført at fáa eyðsýndar broytingarframdar. 


Er eingin broyting, tekur tú vónina frá fólki. Íáravís hava borgarar klagað um ótolandi gangin frá skipum. Borgarar hava søkthjálp frá øllum hugsandi myndugleikum, men trupulleikinheldur ótarnað fram og fólk føla seg púra hjálparleys ogvónsvikin. 

Vónandi tekur Vestmanna kommuna røttu avgerðina um at steðga óskilinum, áðrennótolandi larmur og útsvínan av luftini fer at forpestað lívið hjávestmenningum. 


Halda vit ikki á at rópa málið upp, dettur máliðav skrá og verður aftur koyrt í "gloymiskuffuna???, har tað hevurfingið frið í alt ov nógv ár.

Til frama fyri Heimafriðin er brúk fyri, at túsigur frá, hóast tað ikki gevur meining her og nú. Til ber at fráboðaðanonymt og allar fráboðanir verða í trúnaði millum fráboðaran og Heimafrið.

Vegna felagið Heimafrið
Trina Eysturoy,forkvinna
Tlf. 21180

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder