Vinna

KBI yvirtekur akkumulatorvirkið Pólar

...

2020-05-28 09:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 KBI í Klaksvík hevur keypt vælkendu akkumulatorfyritøkuna Pólar Havn, sum Margeir ??rvarodd hevur átt ogrikið í mannaminnir. 

Pólar er ein sera kend og nógv vitjað fyritøka, sum liggur í Sigmundargøtu í Havn, beint yvir Rættará.Kaffistovan hjá Pólar er tiltikin millum Havnarfólk, og dagliga leggja nógv folk leiðina framvið Pólar til einkaffinum og eitt stutt prát. 

Hendan gongdin fer at halda fram, tí Pólar fer við nýggja eigaranum at halda fram sum sjálvstøðug fyritøka,just sum vit øll kenna hana. 

Karl Birgir Isaksen, sum eigur KBI, sigur í stuttari viðmerking, at ???tað er við størstu virðing og stoltleika, atKBI nú yvirtekur vælkendu akkumulator fyritøkuna Pólar. Vit fara at veita kundunum eina so góða tænastu,sum til ber. Pólar er kend fyri at kunna nøkta einhvønn tørv hjá vinnu- og privatkundum, tá tað snýr seg umakkumulatorar og battaríir. Soleiðis verður eisini framyvir. Og fólk eru eisini altíð vælkomin inn til einkaffimmun og eitt prát.??? 

Margeir ??rvarodd, sum nú hevur selt sítt lívsverk og verður pensioneraður, er sera fegin um, at Pólar nú ferat halda fram sum áður. Hann ætlar sær sjálvur at vitja dúgliga omanaftur til kaffi, prát og hugnaløtur,saman við øllum hinum, sum vanliga hava sína gongd inn á Pólar. 

Tað eru Axia Advokatar, sum hava staðið fyri søluarbeiðinum. ???Vit halda, at tey í Axia hava verið seradugnalig og professionel í sínum arbeiði.??? Hetta eru vit báðir sera væl nøgdir við, siga Margeir og Karl Birgir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder