Vinna

Katrin Jóhanna er farin at sigla heim

...

2020-01-05 00:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Katrin Jóhanna, ið kom á makrelfelti vestur úr Hetlandi um 21 tíðina í kvøld, er farin at sigla heim. Teir høvdu trolið úti í góðan hálvan tíma.

Katrin Jóhanna fekk 430 tons av makreli, støddin á makrelinum liggur um 440 gramm. Katrin Jóhanna verður á Vestmanna seint sunnukvøldið, og landa verður til Vestmanna Seafood og Snarfrost í Miðvági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder