2020-06-19 07:21

Katrin Jóhanna fór í nátt at sigla inn av svartkjaftafeltinum, skipið hevur seinastu dagarnar roynt eystur úr Føroyum.
Katrin Jóhanna verður á Fuglafirði fyrrapartin, og hava teir 1300 tons av svartkjafti. Landa verður til Havsbrún í Fuglafirði.
Katrin Jóhanna hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna. Teir hava fiskað útvið 14.000 tons av svartkjafti í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald