Vága kommuna stendur á einum vegamóti. Fyri at framtíðartryggja vøkstur í kommununi, krevst neyv og dugnalig stýring ??? bæði nú og við framtíðini í huga. Framtíðarlistin vil tryggja, at okkara kommuna er í vøkstri og stendur sterkastí kappingini við aðrar kommunur í landinum um íbúgvar og vinnu.
Framtíðarlistin virkar fyri, at Vága kommuna bæði nú og í framtíðini virkar til gagns fyri borgaran. Tí er átrokandi, at vit fyrst hyggja inneftir og tryggja okkum, at vit stýra við skynsemi. Hetta merkir, at komandi kommunustýrið tryggjar, at íløgukarmarnir halda,at ítøkilig mál verða sett fyri at økja um inntøkumøguleikarnar, og at verandi og komandi borgarar fáa betri kor fyri trivnaði. Vit mugu tryggja inntøkurnar fyrst og fremst, áðrenn vit fara út og brúka pengarnar til íløgur og rakstur.
Vága kommuna hevur í longri tíð havt ein góðan og sunnan fólkavøkstur, og tað er at gleðast um. Men greina vit tølini, so síggja vit, at seinastu tíðina er hesin vøksturin tódnaður, so vit ikki longur teljast millum mest vaksandi kommunur í landinum. Og hetta mugu vit gera nakað við beinavegin.
| Fólkatalið fyrst í mánaðinum, 2010 | Fólkatalið fyrst í mánaðinum, 2016 | Fólkatalið fyrst í mánaðinum, 2020 | Vøkstur 2010-2020 | Vøkstur 2016-2020 |
Alt landið | 48.397 | 49.549 | 52.703 | 8,9% | 6,4% |
Eystur | 1.960 | 2.040 | 2.211 | 12,8% | 8,4% |
Runavík | 3.782 | 3.896 | 4.201 | 11,1% | 7,8% |
Tórshavn | 19.845 | 20.344 | 22.239 | 12,1% | 9,3% |
Eiðis | 669 | 694 | 771 | 15,2% | 11,1% |
Sunda | 1.667 | 1.702 | 1.816 | 8,9% | 6,7% |
Kvívíkar | 578 | 586 | 624 | 8,0% | 6,5% |
Vága | 1.946 | 2.018 | 2.150 | 10,5% | 6,5% |
Sørvágs | 1.129 | 1.117 | 1.219 | 8,0% | 9,1% |
www.hagstova.fo
Viðvirkandi til minkandi fólkavøksturin er, at grundstykki ikki erutøk hjá borgarum og vinnu, men eisini at vit hava eitt ov høgt skattatrýst og ov lágan barnafrádrátt. Hetta førir við sær, at fólkavøksturin ikki er so stórur, ið hann átti. Tað skal betrast beinanvegin, um Vága kommuna framhaldandi skal vera attraktiv hjá bæði tilflytarum og okkum, sum búleikast her. Vit skulutil einhvørja tíð hava grundstykki tøk og klár til bæði vinnu og privatpersónar. Og vit skylda okkara borgarum, at hyggja nærri at skattaprosentinum og barnafrádráttinum við tí fyri eyga, at vera kappingarfør í longdini.
Vit á Framtíðarlistanum bjóða okkum fram til at leiða Vága kommunu inn í eina virkisfúsa og lovandi framtíð ??? við skili.
Jóhan á Mýrin, valevni til býráðsvalið í Vága kommunu
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald