2020-11-11 15:09
Portal.fo skrivar:Tað verður sambandsmaðurin Karl Johansen, sum verður nýggjur borgarstjóri í Klaksvík.
Tað vita bæði Norðlýsið og Kringvarpið at siga í dag.
Eftir at Fólkaflokkurin og Sjálvstýri gjørdu eina avtalu um samstarv í gjárkvøldið, hildu samráðingarnar fram í Árnafirði í dag.
Men eftir øllum at døma, er Fólkaflokkurin lopin frá avtaluni, og er ístaðin farin til Sambandsflokkin og hevur bjóða nývalda býráðsliminum, Karl Johansen, borgarstjórasessin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald