JN

Kári Thorsteinsson helt røðu á ársfundinum hjá RFF

...

2016-04-08 12:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Røða  hjá Kára Thorsteinsson, sum hann helt á ársfundi Ráðsins fyri Ferðslutrygd í Perluni fyrrapartin í dag. 

RFF á vegamóti

RFF hevur fyri stuttum hátíðarhildið 40 ára stovningardagin, har vit m.a. fingu høvi til at hoyra, hvat politisku flokkarnir høvdu at bera fram í samband við ferðslutrygd.

RFF hevði eina framløgu undan pallborðsorðaskiftinum, sum Brynhild Høgnadóttir hegnisliga legði fram, og komið varð inn fleiri evni, har RFF legði áherðslu á hagtølini fyri deyð í ferðsluni og tey, sum hava fingið álvarsligan skaða. Dentur varð millum annað lagdur á, at vit sakna neyv hagtøl á økinum og herumframt, at gera ítøkiligar kanningar av okkara álvsarsomu ferðsluóhappum, sum kundi verið gjørt av eini skaðanevnd, sum gjørt verður aðrastaði.

Nevnt varð í hesum sambandi, at ein deyður í ferðsluni kostar 19 mió kr, meðan ein álvarsliga skaddur kostar 13 mió kr. umframt álvarsligu persónligu og sálarligu árini, sum standast av hesum sama.

RFF hevur og leggur framvegis dent á, at vit eiga at hava eina virkna ferðslutrygdarætlan, sum er nærverandi fyri okkum øll, har allir stovnar, sum varða av ferðslutrygdini kunnu seta síni fingramerkir á. Upprunaliga Ferðslutrygdarætlanin er frá 2008-2015. Ein stórur partur av teim 37 tilmælunum í hesi ætlan, blivu gjøgnumførd, nøkur eru altíð virkin og í gongd og onnur liggja eftir ??? eisini tí tað er tengt at eini fígging.

Politikararnir fingu ein beinleiðis spurning á fundinum: ???Hvussu halda tit, at vit røkka 0-hugsjónini, og hvussu síggja tit leiklutin hjá RFF í hesum sambandi????.

Sjálvt um lovorðini vóru mong frá politikarunum, og hesi siga seg vilja arbeiða fyri ferðslutrygdini, so kom einki ítøkiligt fram, sum gevur RFF vón um nakran bata á økinum.
Tað varð beinleiðis sagt, at í verandi fíggjarætlan er ikki pláss fyri nøkrum og kunnu tey, sum varða av ferðslutrygdini, arbeiða við teim tilmælum, sum enn ikki eru gjørd í Ferðslutrygdarætlanini 2008-2015. Avbjóðingin í hesum er, at flestu av hesum tilmælum krevja eina fígging og í onkrum føri eina munandi stóra fígging.

RFF fekk einki lyfti um økta fígging, so vit betri kundi verða við til røkka endamálinum við RFF og 0-hugsjónini.

RFF er komið á eitt vegamót

Seinastu árini hevur RFF virkað við einum føstum starvsfólki, sum tó hevur megnað at gjørt eitt fyrimyndarliga gott og stórt arbeiði, tó við einum settum starvsfólki í 2 ár í sambandi við framleiðsluav undirvísingartilfari til fólkaskúlan. Frá 1. juli í fjør er stjórin einsamøll í starvi.
Ráðsins boðskapur er komin rættiliga væl fram í átøkum og øðrum sjónligum virksemi, ikki minst havandi avmarkaða tilfeingið í huga. Her eigur dyggi stuðulin frá Tryggingarfelagnum Føroyar og Trygd sín stóra lut.

Ferðsludagarnir fyri 8. floks næmingum, sum eru stuðlaðir av tryggingarfeløgunum báðum,haldafram, sum áður. Sjálvt um hetta er ein orkukrevjandi uppgáva, verður hon mett at vera so týdningarmikil, at henda undirvísing ikki undir nøkrum umstøðum má detta niðurfyri.
Undirvísingartilfarið tiløll floksstig í fólkaskúlanum er liðugt og klárt at brúka. Eitt tiltak, sum varð fíggjað við sølu av Guðrun&Guðrun vestunum, sum Tryggingarfelagið Føroyar stóð fyri bæði peningaliga og verkliga.

Umframt hevur RFF staðið fyrihugburðskanningum, sum lýsa okkara hugburð og atferð í ferðsluni, sum vit kunnu brúka í okkara arbeiði við hugburðsskapandi átøkum.

Tíverri eru vit komin til eitt vegamót. Alt arbeiðið hvílir á einum persóni og í eina tíð ber tað væl til, men í longdini og uttan útlit til bata kann ein persónur illaklára alt.??ll vita vit, at tað er sera krevjandi at sita eina og røkja eina stóra uppgávu, sum krevur nógva orku, samstarv við onnur og møguleika fyri sparring og kunna luttaka í førleikamenning á økinum, bæði her heima og í teim londum, sum vit samstarva við.

Við 1 millión á fíggjarlógini, og 190.000 í limagaldi frá kommunum og øðrum limum, sum skal røkka til virksemi, løn, húsaleigu og allan rakstur, er greitt, at tað er tepurt at skapa neyðugt vav av átøkum, sum føroyingar hava rætt til. Ella skulu vit lata okkum lynda, at her doyggja dupult so mong í ferðsluni í mun til íbúgvatalið, sum í Danmark, Svøríki og Noregi? At vit ikki vita nágreiniliga hví? Og at vit onga yvirskipaða ítøkiliga ætlan hava fyri, hvussu vit skipa økta ferðslutrygd framyvir?

Hugburður

Ferðslutrygdin er eingin sjálvfylgja ??? økt ferðslutrygd er ikki ókeypis. Í tráð við, at akførini blíva fleiri og vegakervið alsamst vaksandi, so krevur tað eisini meiri av okkum øllum, sum varða av ferðslutrygdini í Føroyum.

Vit hava ásannað, at politiski myndugleikin hevur valt at raðfesta onnur øki og alt gott um tað, at Arbeiðseftirlitið fær tiltrongdan styrk at betra um arbeiðsumhvørvið, har dentur verður lagdur á, at allar arbeiðsvanlukkur skullu kannast fyri at finna orsøkina, fyri at átøk kunnu gerast at fyribyrgja óhappum.

Tað er tað sama, sum RFF hevur mælt til í fleiri ár á ferðsluøkinum. At vit finna orsøkirnar til ferðsluóhappini ??? ið hvussu er tey mest álvarsligu. Vit vita, at tað doyggja fólk í ferðsluni í Føroyum og at fleiri fáa skaða og onnur við álvarsligum skaða. Men eingin ítøkilig yvirskipað loysn liggur fyri framman.

Føroyingar gráta og syrgja við teimum, sum hava mist í ferðsluni, men vit hava tíverri lyndi til at gloyma alt ov skjótt.

Sjálvt um RFF ítøkiliga hevur víst á, hvat vit eiga at gera, so hendir einki.

Stutt sagt ber væl til at siga, at RFF eigur ONGAN góðan í politisku skipanini, hvørki í løgtinginum ella í landsstýrinum.


Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder