Politikkur

Kári spyr løgmann um revsing í rúsevnamálum

...

2019-01-18 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um øll rúsevnamál skulu avgreiðast í rættarskipanini, er talan um stóran eykakostnað og nógv arbeiði hjá løgreglu og rættarskipan, sum als ikki stendur mát við revsingina, hetta sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, m.a. í einum §52a fyrispurningi sum hann í dag hevur sett Akseli V. Johannesen, løgmanni.

Tingmaðurin greiðir frá, at í okkara grannalondum er eitt minstamark - ella ein sokallað "bagatelgrænse" fyri rúsevnabrot. Hesi brot vera síðani avgreidd við bót.

Spurningarnir Kári P. Højgaard hevur sett løgmanni, eru soljóðandi:

1. Er tað rætt, at einki minstamark er fyri nøgd, sum kann verða avgreitt við bót, men at øll narkomál skulu í rættin? Eisini um til dømis ein persónur verður tikin við 0,1 grammi av rúsevni?
2. Eru somu reglur galdandi á hesum øki í Føroyum, sum í hinum Norðurlondunum?
3. Hevur politiski myndugleikin ætlanir um at fremja nakrar broytingar, vísandi til spurningarnar?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder