Svar til § 52a fyrispurning nr. 78/2017 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni fyri Sjálvstýri.
Fyrispurningur um tilbúgving og bjarging á landi, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1.Hvussu ofta hevur tyrlan luttikið í bjarging av útlendskum ferðafólkum seinastu trý árini?
2.Hevur landsstýrismaðurin yvirlit yvir kostnaðin fyri tyrlutænastuna v.m., ið hevur staðist av, at fremmand ókunnufólk hava gingið seg í óføri, omandottin ella eru komin til skaða og hava tørva flutning við tyrlu nevnda tíðarskeið?
3.Hvør ber útreiðslurnar, og verður allur kostnaðurin endurrindaður?
4.Eru somu reglur galdandi í Føroyum sum í grannalondunum, tá talan er um endurrindan av útreiðslum fyri bjargingartiltøk?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald