Einki er at ivast í, at vinnan ynskir at liva og virka í kapping, men virkin kapping er ikki treytað av einari almennari kappbjóðing.
Upp á sjónarmið okkara um, at Landsverk sum almennur stovnur ikki eigur at bjóða seg fram í kapping við privatar fyritøkur, spyr Landsverk, um vit vilja forkoma kapping. Greiða svarið er nei!
Eingin ivi skal vera um, at kapping er góð, og tað er í kapping at menning fer fram. Hinvegin er besti mátin at tryggja slíka kapping at økja um støddina á marknaðinum, sum privatar fyritøkur kunnu bjóða uppá, heldur enn, at tað almenna roynir at spæla vinnulív og harvið minka um marknaðin hjá privatu fyritøkunum. Harumframt fer tað altíð at vera ivi, um almenna fyritøkan bjóðar við somu fortreytum sum privata fyritøkan.
Tá ein privat fyritøka luttekur í fyrireikingini av einum útboði, so sum at áseta krøvini til veitingina, verður nógv gjørt burturúr at sama fyritøka ikki eisini kann bjóða upp á veitingina. Í einari avgerð frá 2011 hevur danska kærunevndin fyri útboð enntá ógildað eina avgerð um at gera sáttmála við eina fyritøku, bert tí at henda fyritøka hevði keypt eina franchise frá teirri fyritøkuni, sum hevði gjørt útboðstilfarið. Kærunevndin leggur í avgerðini ikki dent á, um tað í veruleikanum eru tikin ósaklig atlit. Bert váðin fyri ósakligum atlitum var nóg mikið til, at avgerðin varð ógildað.
Tá tað almenna fer í kapping við privatar fyritøkur tykist tað tó ikki, sum líka stórur dentur verður lagt á henda váða. Tá er kravið einans, at tey sum fyrireika og standa fyri útboðsgongdini, og tey sum bjóða upp á arbeiðið eru atskild organisatoriskt (eisini á leiðslustigi).
Tað er møguligt, at Landsverk hevur atskilt sína organisatión, so fólk frá asfaltdeildini als ikki luttaka í fyrireikingini av útboðnum, og at fólkini, sum eru við til at fyrireika útboðið, og tey, sum eru við til at gera tilboðið vísa til ymiskar leiðslur. Tað er eisini møguligt, at Landsverk roynir at rokna allar kostnaðir inn í sítt tilboð, so sum kostnaðir av sjálvstrygging hjá tí almenna og ein rímuligan vinning, sum er á hædd við tað, sum tað privata krevur.
Men tað fer altíð at vera eitt ávíst rúm fyri einari meting. Er ein rímuligur vinningur í einari ávísari vinnugrein 6% ella 10%? Hvussu skal kostnaðurin av sjálvstryggingini roknast út? Og fleiri líknandi spurningar sum kunnu vera avgerandi fyri, hvør vinnur útboðið. Hóast kærumøguleikar og eftirlitsstovnar, fer tað altíð at vera møguligt at argumentera fyri, at júst metingin hjá Landsverki er tann rætta. Í øllum førum, at tað ikki kann prógvast, at hon er skeiv.
Tað sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á er, at tað er eitt alternativ til alt hetta. Vit hava í fleiri vinnugreinum frammanundan ein privatan marknað, sum kappast um uppgávurnar. Og um tað almenna gavst við sínari framleiðslu, og ístaðin bjóðaði hana út millum privatar aktørar, eru útlit til, at privati marknaðurin verður størri, og at privata kappingin tískil kann gerast enn virknari. Asfaltframleiðslan er bert eitt dømi av nógvum, tað skrivar vinnuhúsið.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald