WWW.SETUR.fo skrivar:
Í 2012 fór Fróðskaparsetrið, saman við øðrum, undir eina kanning av føroyskum rottum. Fyrsta stigið var at savna rottur kring landið. Heitt varð á fólk, sum høvdu fingið fatur á rottum, deyðum sum livandi, um at seta seg í samband við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, sum so kundi fáa rotturnar til kanningina.
Rotturnar skuldu nýtast til kanningar, sum skuldu staðfesta, um ein ávís bakteria er at finna í føroyskum rottunum. Eisini skuldi kannast, hvørjir parasittar liva á rottunum, eins og DNA-kanningar skuldu gerast, fyri at vita, hvaðani føroyska rottan hevur sín uppruna, og um tað er genetiskur munur millum rotturnar ymsastaðni í Føroyum.
INNSAVNINGIN
Rottur hava nú verið savnaðar í skjótt trý ár, og tað er eydnast mær at fáa fatur á tilsamans 92 rottum, sum eru fingnar frá fólki í 13 bygdum og býum kring landið.
BAKTERIUKANNINGIN
Tey fyrsti úrslitini eru nú við at vera klár. Í november mánað í 2013 vórðu prøvar frá teimum fyrstu 61 rottunum sendar til Danmarkar, har kannast skuldi, í hvønn mun føroyskar rottur eru fongdar við bakteriuni Leptospira interrogans. Hetta er ein bakteria, sum kann elva til sjúkuna leptospirosa, sum bæði fólk og dýr kunnu fáa.
Kanningarnar vístu, at ongar av teimum 61 rottunum høvdu bakteriuna í sær. Hildið var tó, at talið av kannaðum rottum var heldur lítið, og 4. november í ár vóru tí prøvar frá 34 rottum afturat sendir til Danmarkar til kanningar. ??rslitið av hesum kanningunum verður væntandi tøkt í endanum av hesum árinum.
Tá endaliga úrslitið fyriliggur, verður farið undir at skriva eina vísindaliga grein um kanningina. Eitt fyribils heitið á greinini er:
???Apparent absence of Leptospira interrrogans infection in Rattus norvegicus in the cool Atlantic climate of the Faroese Islands.???
PARASITTKANNINGIN
Kanningar eru eisini gjørdar av parasittum, sum liva uttan á rottunum. Vit funnu tilsamans 71 loppur og 2 lýs, sum síðani eru greinaðar sundur í ymisk sløg. Vit, Jens-Kjeld Jensen og Eyðfinn Magnussen, eru nú í holt við at skriva eina vísindaliga grein um hesi úrslitini. Greinin hevur fyribils fingið heitið:
???Fleas (Siphonaptera) and lice (Phthiraptera) on Faroese rats (Rattus norvegicus)???
DNA-KANNINGARNAR
??tlanin er eisini at gera DNA-kanningar av rottunum, fyri at vita hvaðani føroyska rottan hevur sín uppruna, og um tað er genetiskur munur millum rotturnar í teimum ymisku føroysku bygdunum. Hesar kanningarnar eru tó ikki byrjaðar enn, men vit hava nú 92 DNA-prøvar, ið bíða í frystiboksuni, og sum vónandi fara at avdúka upprunan hjá føroysku rottuni. Vónandi gongur tað ikki alt ov long tíð, til hesar kanningarnar verða gjørdar.
ÁHUGAÐI Í FLEIRI ROTTUM
Vit eru framvegis áhugaðir í at fáa fatur á fleiri rottum, til kanningarnar.
So hevur tú fingið eina rottu:
- Koyra rottuna í ein plastikkposa.
- Skriva á ein seðil nær og í hvørjari bygd rottan er fingin. Um talan er um bygt øki, skriva so eisini gøtunavn og nummar á seðilin.
- Legg seðilin í plastikkposan. Bind væl fyri, og legg posan í frystaran.
So kann eg fáa rotturnar, tá høvið býðst.
Ert tú við uppá hetta, ella er tað okkurt, sum tú er í iva um, so skrivað ella ring til:
Eyðfinn Magnussen
Teldupost: eydfinnm@setur.fo
Fartelefon: 265 831
Náttúruvísindadeildin
Náatún 3 FO-100
Tórshavn
GREIN UM VERK??TLANINA
Tey, sum vilja vita meira um rottu-verkætlanina, ið Fróðskaparsetrið er í holt við, kunna lesa greinina:
'Kanna føroyskar rottur', sum stóð á heimasíðuni hjá Setrinum 15. desember 2011.
Annað tilfar um verkætlanina er:
- Lurta eftir innslagnum í ???Góaðan morgun Føroyar??? 19. desember 2011 (15 minuttir).
- Hygg at innslagi í 'Degi og Viku' 3. februar 2012 (2:48 minutes 5.1 Mb, wlmp format).
- Pecha kucha framløga á Hotel Føroyum 11. oktober 2012 (pdf-format, 40 kb)
- Les grein í Dimmalætting 7. november 2012.
Les eisini:
- Rottebekæmpelse, heimasíðan hjá Naturstyrelsen
- Rotters smitterisiko, Faldarin frá Miljøministeriet
- Leptospira, Weils sygdom, heimasíðan hjá Statens Serum Institut
- To tilfælde af leptospirose i forbindelse med skybruddet den 2. juli 2011, heimasíðan hjá Statens Serum Institut
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald