JN

Kanningartíðir hesa vikuna

...

2020-09-07 08:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kanningartíðir hesa vikuna

Sjúkrahúsverkið hevur tillagað tíðirnar á nýggju kanningarstøðunum.

Her er yvirlit av kanningartíðum á nýggju kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum hesa vikuna. Kanningaryvirlitið er galdandi til og við 13. september. Broytingar kunnu koma fyri.

Alsamt færri lata seg kanna fyri koronu kring landið, og tí eru tillagingar gjørdar í upplatingartiðunum.

Á Tvøroyri og Klaksvík verða kanningar gjørdar mánadag, mikudag og fríggjadag. Í Havn verður kannað sum vanligt allar gerandisdagar og leygardag.

Tórshavn, á Eirargarði:

  • Gerandisdagar kl. 17-19.
  • Leygardag kl. 13-15.

Klaksvík, á Víkarvegi:

  • Mánadag, mikudag, fríggjadag kl. 9-11.

Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:

  • Mánadag og mikudag kl. 8-10.
  • Fríggjadag kl. 9-12

Eingin ávísing krevst.

Fyri at verða kannað/-ur, skalt tú stilla teg í bíðirøðina í upplatingartíðarskeiðinum. ??ll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað.

Bíðitíðin kann verða drúgv. Tak okkurt til matna/drekka við og kanska eisini eina bók at stytta tær stundir við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder