Politikkur

Kanningar hjá SEV eru gjørdar av serfrøðingum við integriteti

...

2019-08-20 17:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er ikki sørt hástórt av stjóranum í Magn at kalla kanningar á elorkuøkinum fyri "bílagdar kanningar av SEV". Talan er um kanningar, har fakligur integritetur og opinleiki hava fremstu raðfesting

Tað fall stjóranum í Magn fyri bróstið, tá eg í einum atursvari til umrøðuna, sum Johan Dahl hevði av SEV í Andglettinum fríggjakvøldið, vísti á, at Johan Dahl skúgvaði djúptøknar kanningar á elorkuøkinum til viks.

Johan Dahl vísti til aðrar kanningar, ið eg framvegis ikki rættiliga veit, hvørjar talan er um. Men eg loyvdi mær at gita, at privatar fyritøkur høvdu bílagt kanningarnar við tí endamáli at sleppa inn í okkara samhaldsføstu elskipan at tjena pengar.

Nú skilji eg, at Hendrik Egholm og Magn helst eiga lut í onkrum av teimum kanningum, sum Johan sipaði til. Hendrik langaði so til í gjár í lesarabrævi, har hann segði, at SEV hevði bílagt sínar kanningar hjá Dansk Energi, sum er brancheorganisatión hjá SEV.

Tað er fullkomiliga rætt, at SEV altíð hevur brúkt serfrøðingar hjá Dansk Energi, sum hava høgan fakligan integritet. Heldur Hendrik Egholm veruliga, at serfrøðingarnir hjá Dansk Energi skúgva sín fakliga integritet til viks fyri, at SEV skal fáa sín vilja?

Dansk Energi er brancheorganisatión hjá elfeløgum í øllum danska ríkinum, og felagið og tess serfrøðingar hava stóra virðing millum fólk, sum dagliga starvast innan elorkuøkið við stórum fakligum áhuga - og ikki við áhuganum hjá Henrik Edgholm, sum fyrst og fremst er at forvinna pening burtur úr elorkuøkinum, sum í dag er liggur í okkara felags kassa.

Harumframt eru allar kanningar hjá SEV gjørdar undir fullum opinleika - eisini saman við øðrum serfrøðingum og føroysku orkumyndugleikunum. Og hetta er nevniliga ein grundleggjandi munur á verandi elorkuskipan og tí skipan, sum Johan Dahl, Hendrik Egholm og aðrir handilsmenn síggja fyri sær, har vinningur í privatar kassar er fremsta endamálið. Ein slík skipan fer at hava við sær hægri elprísir.

Magn ynskir at sleppa at boltra sær á elneitnum hjá SEV, og Hendrik Egholm ætlar sær at brúka okkara almenna elnet at flyta elorku, sum hann sjálvur framleiðir, beinleiðis til sínar kundar. Hetta gevur honum møguleika at velja stóru og góðu kundarnar burturúr, og so kann SEV annars stríðast við veitingartrygd og veitingarskyldu út í hvønn krók í Føroyum, har handilsmenn natúrliga ongan áhuga hava, tí har eru eingir pengar at tjena.

Einari slíkari skipan komi eg ongantíð at taka undir við, og annars haldi eg, at Henrdik Egholm skal hugsa seg um eina aðru ferð, hann hevur hug at lítisvirða væl úr hondum greiddar kanningar á elorkuøkinum.

Gott løgtingsval.

Jákup Suni Lauritsen
Miðflokkurinog fyrrverandi nevndarformaður í SEV

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder