Politikkur

Kaj Leo ynskir skjótari koronarespons frá Norðurlondum

...

2020-09-11 11:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava á fundi í gjár umrøtt núverandi avbjóðingar og framtíðarætlanir í norðurlendska samstarvinum. Handfaringin av koronakreppuni í Norðurlondum, og hvussu hetta hevur viðført nýggjar markaforðingar, fylti nógv á dagsskránni.

Á samstarvsráðharrafundinum skuldu norðurlendsku samstarvsráðharrarnir millum annað taka støðu til eina nýggja fýra ára ætlan fyri norðurlendska samstarvið, og hvussu vit røkka málinum um at gerast heimsins mest burðardygga og sameinda økið í 2030 ??? tann sonevnda Visjón 2030 fyri Norðurlendska Ráðharraráðið.

Fýra ára ætlanin byggir á tríggjar súlur, nevniliga at norðurlond skulu verða grønari, kappingarførari og sosialt burðardyggari.

Harumframt samtyktu samstarvsráðharrarnir at endurnýggja og styrkja fulltrúina hjá Markaforðingsráðnum, sum arbeiðir við at niðurlaga markaforðingar millum Norðurlond. Eisini samtyktu samstarvsráðharrarnir at styrkja og menna samstarvið við grannatjóðirnar fyri vestan, Stórabretland, Írland, Kanada og USA.

Støðan við Covid-19 fylti eisini nógv á dagsins fundi. Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini er norðurlendskur samstarvsráðharri, nýtti í dag høvið at vísa á, at svartíðin hjá Norðurlondum er ov sein, tá tað kemur til at lata landamørkini upp aftur. Meðan Føroyar framvegis verða mettar sum eitt vandaøki í Noregi, eru hagtølini longu dagførd hjá evropeiska ECDC, soleiðis at Føroyar ikki longur verða mettar sum vandaøki.

???Tað tekur óneyðuga langa tíð at fáa okkum av reyða listanum hjá Noregi, og tað skapar trupulleikar fyri føroysk arbeiðsfólk í Noregi. Tað sigur seg sjálvt, at skulu vit vera eitt burðardygt og sameint øki, noyðast vit at vísa størri fleksibilitet yvirfyri hvørjum øðrum og ikki seta óneyðugar markaforðingar upp. Vit skulu sjálvandi verja okkum og avmarka smittuna, men tá hon er burtur, skulu landamørkini latast uppaftur???, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Landsstýrismaðurin nýtti tí eisini høvið á fundinum at heita á norska samstarvsráðharran Jan Tore Sanner um at bera so í bandi, at Føroyar skjótast gjørligt koma av reyða listanum hjá Noregi.

Danmark, Føroyar og Grønland hava í ár formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder