Eg haldi veruliga ikki, at Høgni hevur blandað seg uppí viðgerðina av menningarkvotum, nú skotrøðirnar duna.
Tað sum hetta snýr seg um er sera einkult, tað er gjørd ein politisk løgtingslóg sum staðfestir at ynski er um, at nýggjir aktørar skulu inn, og tað eru nøkur kriteriu sett upp fyri tað.
Hetta hevur nevndin verði noydd at fyrihalda seg til.
Eg kann gott verða ósamdur ella samdur við lógina, men eg eri vorðin eitt sindur troyttur av at vit sum politikkarar ov oftani ákæra hvønn annan fyri bæði líkt og ólíkt, tað er nú meira hugaligt at kjakast um politisk mál.
Eingin hevur enn sagt mær hvussu vit sleppa undan politiskari útluting, vit gjørdu tað tá vit sótu í samgongu, og hendan samgongan ger tað.
Tað er ikki ólógligt, vit býta sum politikkarar virðir fyri uml 6 mia um árið á landsins fíggjarlóg, tað er eisini politisk útluting.
Trupuleikin er at vit hava kriminalisera orðið ??? politisk útlutan ??? tað er bert ein máti at sleppa undan politiskari útlutan, tað er ein uppboðssøla hvar øll, og eg meini øll sleppa at bjóða, men hon hevur ongan møguleika í Føroyum, tí meiriluti er ikki fyri sovornari uppboðssølu
Kaj Leo Holm Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald