Politikkur

Kærleikin grør illa einsamallur, men blómar í samveru við onnur

...

2020-11-27 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgun var ársins Kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað á Listasavni Føroya. í ár er tað Eli Smith, listamaður, ið hevur myndprýtt Kærleikskúluna. Tað gjørdist Ruth Thomsen, forkvinna í blindafelagnum og ráðgevi í sjóndepilinum, ið fekk fyrstu kærleikskúluna í ár,

Í sambandi við hátíðarhaldið helt løgmaður Bárður á Steig Nielsen røðu, sum kann lesast niðanfyri:

Góðan morgun øll somul!

Tað at vera virkin og at luttaka í vanliga gerandislívinum er nakað, sum flestu okkarabarataka fyri givið. Tað erbaranakað, tú gerst.

Men tað er tað ikki.

Tað er tíverri ein av lívsins treytum, at summi eru meira skerd enn onnur. Summi eru fødd inn í truplari umstøður enn onnur. Onnur bera brek, sum kunnu tyngja um gerandisdagin. Lívið er ikki líka lætt at liva hjá øllum. Og um vit hyggja at býtinum av mótgongd, sum hvørt einstakt menniskja fer ígjøgnum, so er lívið ofta órættvíst.

Men eg haldi ikki, at tað er tað, sum er avgerandi. Tað snýr seg meira um okkara hugburð. Eg havi altíð hildið, at tað hevur størri týdning, hvussu eitt menniskja ber sína lagnu, enn hvør hendan lagnan í veruleikanum er.

Ein grundhugburður hjá mær er, at øll hava nakað at geva.

Tá ið tú ert í gongd við at broyta lívsins gongd, er øll hjálp kærkomin. Tað kann vera avgerandi, at fólk trúgva upp á teg. At tey duga at síggja, hvat tú megnar, og at tey hjálpa tær at styrkja júst hesar førleikar.

Tíbetur eru tað nógv í Føroyum, sum gera tað. Nógv, sum hava hjarta á røttum stað og gera sítt til, at gøturnar inn á arbeiðsmarknaðin støðugt verða breiðkaðar.

Nógvir arbeiðsgevarar kring alt landið vísa stóra vælvild og taka stór tøk. Stóra viljan at hjálpa til eiga tit stóra tøkk fyri. Við at vísa virðing fyri hvørjum einstøkum menniskja; vísa teimum, at tey duga; og at geva teimum áræði til at geva sítt íkast á arbeiðsmarknaðinum eru nógv privat og almenn arbeiðspláss við til at gera okkara samfelag meira rúmsátt.

Í stríðnum at gera Føroyar meira rúmsáttar, eiga tit á Dugna eisini tykkara heilt serliga pláss. Í nógv ár hava tit sett varandi spor eftir tykkum við at geva fólki við skerdum arbeiðsføri atgongd til arbeiðsmarknaðin.

Stútt og støðugt hava tit birt treyst og mót í mongum føroyingi, ið hevur stríðst við skerdar vinnuførleikar. Tykkara stóra arbeiði at skapa góðar liviumstøður hjá hesum borgararum kann ikki undirmetast.

Við kærleikskúluni varpað tit á Dugna neyðugt ljós á øll tey, ið hava serliga uppiborið ein heiður fyri arbeiðið á økinum.

Eg haldi persónliga, at tað er sera vakurt hesa ársins tíð at síggja, hvussu ymisku kærleikskúlurnar mynda ymisku heimini.

Hvør kærleikskúla er serstøk eins og hvørt einasta menniskja. Menniskjan hevur evnini at elska, at skapa og at knýta vinabond. Hesi evni eru íborin hvørjum barni, og vit hava ein grundleggjandi tørv á at brúka hesi evni saman við øðrum. Kærleikin grør illa einsamallur, men blómar í samveru við onnur.

Men júst samvera og tað sosiala hava í hesum heilt serliga ári ikki havt bestu umstøður at blóma. Men kortini hava vit megnað at staðið saman. Víst næstrakærleika við at standa saman ??? hvør sær fyri at verja okkara nærmastu, okkara arbeiðspláss og okkara land. Vit hava veruliga víst hvørjum øðrum kærleika í 2020.

Eg havi eina stóra vón um, at 2021 fer at víkja frá 2020. Tí vit hava øll tørv á sambondum í okkara lívi, og øll hava rætt til eina virkna tilveru.

Eg veit, at tit á Dugna gleða tykkum á hvørjum ári til at fara undir at pakka kærleikskúlurnar. Árliga kærleikskúlan er ein kærkomin áminning um, at tað er í lagi, at vit eru ymisk ??? vit eru øll serstøk ??? og at rúm skal vera fyri øllum í okkara samfelagi.

Á henda hátt er árliga Kærleikskúlan eisini ein rúmlig ímynd av øllum tí virksemi, sum Dugni stendur fyri og átekur sær.

Í ár eru tólv ár síðani, at fyrsta føroyska Kærleikskúlan varð gjørd. Og aftur í ár prýður eitt av okkara fremstu listafólkum kærleikskúluna. Nú eru vit øll spent uppá at hoyra listafólkið, sum hevur prýtt kúluna og at fáa at vita, hvør virðilig fyrimynd fær ársins fyrstu kærleikskúlu.

Takk fyri, at tit lýddu á.


Bárður á Steig Nielsen

løgmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder